Uttanlands

Kina letur upp risastórt kolaorkuverk

Um somu tíð sum fleiri av heimsins tjóðum royna at avmarka nýtsluna av koli sum part av grøna orkuskiftinum, hevur Kina nú tendrað fyri einum risastórum kolaorkuverki

2022-01-03 21:35 Author image
Jan Müller
placeholder

Nýggja kolaorkuverkið, sum liggur í Shanghaimiao í tí kolaríka Ordos økinum í Innara Mongolia, skal veita streym til Shandong-landslutin, ið liggur út til havið í eystara partinum av landinum. Streymurin verður fluttur langvegis umvegis netið.

Orkuverkið er tað fyrsta av fleiri 1000 Megawatt orkuverkum, og er tað størsta, sum nakrantíð er bygt í Kina. Landið hevur leingi brúkt kol í síni streymframleiðslu og fer framhaldandi at gera tað skrivar Reuters sambært Finansavisen. Eigarin av verkinum sigur, at tað verður rikið við mest framkomnu tøknini, sum finst og fer at brúka minni kol og vatn enn onnur kolaorkuverk i Kina. 

Myndugleikarnir í Bejing hava annars lovað at fara undir at minka um kolanýtsluna, men ikki fyrr enn í 2025. Kina stendur í dag fyri meira enn helvtini av allari kolaorkuframleiðsluni í heiminum. 

Ein frágreiðing frá granskarum á China State Grid Corporation sigur, at vegna óttan fyri orkuveitingartrygdini hevur Kina avgjørt at byggja út 150 GW kolaorku fram til 2025. 


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder