Kinverski forsetin Xi Jinping kunngjørdi sunnudagin, at landsins nýtsla av kolvetnum verður minni enn 20% í 2060. Ein orsøk til hesa minking eru stóru íløgurnar í varandi orku. Kortini verður funnist at Kina, tí landið heldur fram við at byggja nýggj kolaorkuverk hvønn mánað, um somu tíð sum landið økir um framleiðsluna av koli.
Hóast Kina undan COP26 veðurlagsráðstevnuni um eina viku roynir at vísa ein góðan vilja til at geva sítt íkast til grøna orkuskiftið, so hevur landið eina stóra avbjóðing, og tað er at minka um útlátið, nú 60% av orkuni landið brúkar í dag, stavar frá koli. Kol verður mett at vera tann mest dálkandi fossila orkan og orsøk til upphitanina av jørðini. Búskaparfrøðingar bera tó ótta fyri, at ein ov brádlig broyting og skerjing av kolanýtsluni kann tarna vøkstrinum.
Hóast Kina, sum saman við USA og India, hava størstu útlátini í heiminum, so er greitt, at stórar íøgur verða gjørdar í varandi orku, her ikki minst í vind og sól bæði í Kina og India. Men tað fer kortini at taka mong ár at røkka málinum um null útlát.
Kina hevur verið fyri nógvum atfinningum fyri ikki meira miðvíst at vilja skerja nýtsluna av koli í sínum orkuskipanum. Men herfyri gjørdi forsetin tó greitt, at Kina fer at gevast við at fíggja íløgur í bygging av kolaorkuverkum í øðrum londum. Hetta var sera væl móttikið í eitt nú ST.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald