2022-01-25 19:07
Eitt farmaskip kom á Signabø í morgun við fyrstu lutunum til vindmyllurnar hjá Vindrøkt á Gellingarkletti.
Jóhan í Niðristovu, stjóri í Vindrøkt, upplýsir fyri útvarpinum, at fyrst í apríl verður farið undir at seta vindmyllurnar frá Vestas upp.
Nógv av útgerðini liggur í Esbjerg, og um hálvan mars skal øll útgerðin vera komin til Føroya.
Talan er um seks vindmyllur sum verða 142,5 metrar høgar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald