2022-07-15 10:03
Prísirnir á brennievni eru lækkaðir eitt vet aftur, eftir stóra vøksturin seinastu mánaðirnar.
Prísurin á bensini er lækkaður við 0,25 kr/liturin, og er prísurin á dieseli og gassolju lækkaður 0,19 kr/liturin.
Bæði Effo og Magn hava lækkað prísirnar á brennievni, og nú kostar ein litur av bensini 14,16 kr. Vøksturin á bensini er 36 prosent higartil í ár. Prísurin á bensini toppaði tann 16. juni, og tá kostaði ein litur av bensini 15,48 kr. Prísurin er lækkaður við 1,32 kr/liturin síðani tá, skrivar Jn.fo, sum fylgir væl við oljuprísinum.
Prísurin á diesel toppaði 22. juni, tá ein litur kostaði 13,99 kr. Prísurin er lækkaður við 0,88 kr/liturin síðani tá.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald