Innanlands

Landsstýriskvinnan altíð sinnað at tosa við SEV

Innlit, sum ÚF hevur fingið í málið um vindorkutørv hjá Sev í sambandi við pumpuskipan, vísir sambært ÚF, at landsstýriskvinnan í umhvørvismálum er ikki kunnað um, at Sev hevur tørv á tilsøgn um vindorku, um verkætlanin um pumpuskipan skal gerast veruleiki.

2023-07-04 23:30 Author image
Jan Müller
placeholder

Tað visti ÚF at siga frá í tíðindunum týskvøld. Sambært almenna innlitinum ÚF hevur fingið, hevur aðalráðið, sum umsitur orku og harvið eisini SEV, einki skrásett skjal seinasta hálvárið um nakra tilsøgn í sambandi við pumpuskipanina hjá SEV. 

Tað var annars stýrisformaðurin í SEV, Kári Johansen, sum í tíðindasendingini hjá KVF mánakvøldið, gjørdi greitt, at pumpuskipanin var í vanda, fær SEV ikki tilsøgn um eina vindmyllulund á staðnum.

Stýrisformaðurin segði, at SEV má fáa eina tilsøgn frá landinum og Orka um, at vindparturin av verkætlanini eisini er klárur, tá pumpuskipanin verður tikin í brúk. 

-Vit vilja øll tað grøna og serliga SEV. Visiónin sigur eisini 2030. Vit heita tí á landsstýrið at geva okkum eina vissu og váttan fyri, at vindurin vit skulu brúka verður tøkur, tá skipanin verður tikin í nýtslu segði stýrisformaðurin. 

Sambært ÚF koma úttalilsini hjá stýrisformanninum óvart á landsstýriskvinnuna Ingilín Strøm og hava tey fingið hana til at rætta Sev eina hond. 

Tí eftir at hava hoyrt samrøðuna  við stýrisformannin í Sev í KVF hevur landsstýriskvinnan, sum varar av málsøkinum, skrivað til Sev og stýrisformannin. Har sigur hon seg altíð vera fús at hitta umboð fyri Sev um mál av týdningi.

Kelda: KVF og ÚF

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder