Uttanlands

Leggja enn ein elkaðal millum Hetland og Skotland

 Enn eitt týðandi vegamót á orkuøkinum í næsta grannalagnum. Samtíðis verður havnin í NIgg í Skotlandi gjørd til tollfría grøna fríhavn.

2025-02-14 16:57 Author image
Jan Müller
placeholder

Tað er gott og væl eitt ár síðani, at fyrsti elkaðalin nakrantíð varð lagdur á havbotnin millum Skotland og Hetland. Hann ruddaði slóð fyri streymflutningi báðar vegir millum Hetland og Skotland.

Nú verður farið eitt stig víðari. Enn ein HVDC elkaðal er í umbúnað, sum byggir á samstarv millum skotsku orkufyritøkuna SSEN Transmission  og japonsku fyritøkuna Sumitomo Electric Industries og hálendska partnaranum Van Oord. Kaðalin fer at hava eitt orkuføri (kapacitet)  uppá 1,8GW og skal serstakliga flyta streym frá stóru Viking vindmylnulundini í Hetlandi inn á skotska meginlandið. Tann verandi 330 kilometrar langi elkaðalin millum Hetland og Skotland er uppá 600MW og gjørdi hann tað møguligt hjá teimum 103 Viking vindmyllunum at útflyta streym inn á á netið á meginlandinum. 

[object Object]

Verkætlanin hevur fingið heitið “Shetland 2” og verður tað ein spildurnýggj kaðalverksmiðja í Nigg í norðureystara partinum av Skotlandi, sum skal lata kaðalin. Hon er undir bygging í løtuni. Hetta er fyrstu ferð, at ein kaðal av slíkum slag verður framleiddur í Bretlandi. Kostnaðurin av kaðalverksmiðjuni er uppá 350 mió. pund.

Nýggja verksmiðjan er ein týðandi partur av royndunum at menna grøna orkuskiftið í Bretlandi.  Tá elkaðalin verður tikin í brúk fer hann umframt at útflyta hetlendskan streym til Skotlands, eisini at veita streym til bæði húsarhald og vinnuna í Hetlandi.

Bretski orkuráðharrin Michael Shanks fegnast um menningina av grønu orkuni og sigur, at hesin nýggi elkaðalin skal hava ein týðandi leiklut at gera Bretland til eitt grønt stórveldi, sum byggir orkumframtíðina á egna grøna framleiðslu. Henda gongdin fer at skapa túsundtals nýggj arbeiðspláss leggur hann aftrat.  

Nýggi elkaðalin skal eisini vera við til at taka ímóti streymi frá trimum ScotWind havvindmylnulundum eystan fyri Hetland. Hesar fara at eina eina framleiðsluorku uppá 2,8GW upplýsir SSEN fyritøkan.

[object Object]

Alt hetta snýr seg ikki bert um elkaðalverkætlanina millum Hetland og Skotland. Talan er eisini um eitt annað týðandi vegamót í grøna orkuskiftinum í Bretlandi sum heild. Bretskir myndugleikar hava nevniliga valt havnina í Nigg, Port of Nigg í Inverness/Invergordon økinum at gerast fyrsta veruliga stóra toll-fríhavnin fyri grøna orkuskiftinum. Við at gera hesa havnina tollfría ynskja myndugleikarnir at lata upp fyri útlendskum íløgum. Og tær hava longu bitið á, nú stóra japanska fyritøkan Sumitomo Electric er í ferð við at byggja fyrstu stóru kaðalfyritøkuna í Bretlandi fyri 3-4 mia. kr. Hon skal vera veitari bæði í Bretlandi og øðrum londum.

[object Object]

Við hesi tollfríu havnini í Skotlandi hava bretskir myndugleikar sett út kósina fyri, hvat man vil og ætlar við  útbygging av havnum í øllum Skotlandi. Og Nigg verður so ein havnadepil fyri vørum og tænastum til grøna orkuskiftið. Longu nú er havnin vorðin ein miðdepil fyri útbyggingina av havvindmyllum í skotskum sjógvi.

[object Object]

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder