Uttanlands

Leggja gassrørleiðing frá Rosebank til Hetlands

Arbeiðið at útbyggja risastóru olju- og gassleiðina Rosebank eystan fyri Føroyar hevur rokkið enn eitt týðandi vegamót - menna infrakevið við gassrørleiðing

Lunnar verða nú lagdir undir at menna orkuinfrakervið eystan fyri Føroyar við fyrstu gassrørleiðingini frá Rosebank kelduni til Hetlands.

Lunnar verða nú lagdir undir at menna orkuinfrakervið eystan fyri Føroyar við fyrstu gassrørleiðingini frá Rosebank kelduni til Hetlands.

2025-04-08 16:44 Author image
Jan Müller
placeholder
Talan er um fyrireikingarnar til at leggja eina rørleiðing til at flyta framtíðar gass frá Atlantsmótinum til Hetlands, sum fara í gongd í næstum skrivar Shetland News. Hetta hendir hóast dómstólur í Skotlandi herfyri tók avgerð um, at Equinor skal søkja um loyvi av nýggjum at kunna fara undir framleiðslu. Rætturin legði kortini dent á, at Equinor kundi halda fram við arbeiðinum. Ein umboðsmaður fyri Equinor segði í farnu viku, at Rosebank olju- og gassverkætlanin heldur fram sum ætlað - "Rosebank is progressing according to plan”.

[object Object]
Vónirnar til føroyska oljuleiting eins og veitingar koma nú eitt týðandi stig víðari, nú Equinor og Ithaca byrja arbeiðið at leggja gassrørleiðing av leiðunum eystan fyri Føroyar og víðari til rørleiðingsskipanina, sum longu finst vestan fyri Hetland. Gassleiðing frá Rosebank verður mett at hava avgerandi týdning fyri framtíðar virksemi í økinum eystan fyri markið. 


Equinor hevur gjørt skipaferðsluna í Rosebank umhvørvinum varuga við, at fleiri skip í næstum fara undir arbeiðið í sambandi við gassrørleiðing frá Rosebank til Hetlands frá 7. apríl.  Hetta arbeiðið verður alt gjørt á havbotninum og fevnir m.a. um at leggja eina rørleiðing frá Rosebank til verandi gassleiðing vestan fyri Hetland, ið tekur ímóti gassi frá øðrum framleiðandi leiðum á Atlantsmótinum eisini, eitt nú Schiehallion og Clair. Gassið endar á gassstøðini í Sullom Voe í Hetlandi. Harfrá verður tað flutt víðari í SIRGE rørleiðingskipanini í Norðsjónum og víðari til St Fergus terminalin á skotska meginlandinum, har tað síðani fer víðari til brúkararnar í Bretlandi. 

[object Object]
Gassrørleiðing frá Rosebank verður bundin í verandi gassleiðing, sum gongur frá Schiehallion leiðini og Cair leiðini og víðari til Hetlands og Skotlands. Vónirnar eru, at økið eystan fyri Føroyar skal gerast ein av mest týðandi veitarunum til svanga skotska gassmarknaðin. 

Equinor, sum er fyristøðufelag fyri útbyggingina, sigur, at tað longu hevur brúkt 2,2 mia. pund til verkætlanina, sum væntast klár til framleiðslu seint í 2026. Innan ta tíð skal Equinor saman við partnaranum Ithaca lata myndugleikunum inn nýggja umhvørvisumsókn, eitt krav, sum dómstólur í Skotlandi herfyri setti. Kortini gjørdi rættarúrskurðurin greitt, at útbyggingin kann halda fram, men í síðsta enda skulu bretskir myndugleikar geva endaligt grønt ljós til at skrúva frá oljukrananum um gott og væl hálvtannað ár.

[object Object]
Útgerð til Rosebank á bryggjuni í Lerwick. Henda er til rørleiðing at flyta gassið eystan fyri Føroyar til Hetlands og skotska meginlandið. Mynd Jan Müller.


Bretski fíggjarmálaráðharrin gjørdi annars fyri stuttum greitt, at stjórnin fer at geva loyvi til framleiðslu frá Rosebank. Nakað, sum verður mett kann hava jaligar aveliðingar fyri aðrar útbyggingar eisini, sum bíða eftir endaligu avgerðini um Rosebank. Tvær av hesum komandi ætlaðu útbyggingum eru Cambo og Clair South, sum báðar liggja eystan fyri Føroyar.

Tað seinasta, sum er komið fram um Rosebank, eru nýggjar hóttanir frá Greenpeace, at felagið ætlar sær aftur í rættin, um so er, at bretska stjórnin longu hevur í kvittanum at geva grønt ljós til víðari útbyggingina.  

[object Object]
Framleiðsluskipið Petrojarl Knarr, sum í løtuni verður riggað til at arbeiða á  leiðunum eystan fyri Føroyar. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder