Uttanlands

Mærsk størsta avlopið nakrantíð

Avlopið 3. ársfjórðing í ár var seks ferðir størri enn sama tíðarskeið í fjør.

2021-11-04 08:15 Author image
Jan Müller
placeholder

Hetta er tíðin, tá roknskaparúrslitini fyri 3. ársfjórðing verða løgd fram. Vaksandi virksemið eftir ringastu avleiðingarnar av korona hevur ávirkað úrslitini hjá mongum fyritøkum, teirra millum eisini orkufyritøkum og flutningsfyritøkum.

Ein teirra er A.P. Møller-Mærsk, sum triðja ársfjórðing hevði størsta avlopið nakrantíð í einum ársfjórðingi. Tað var umleið seks ferðir størri enn avlopið sama tíðarskeið í fjør. Avlopið somu tíð í fjør var nærum 6 mia. kr., skrivar heimasíðan hjá Antares. Umsetningurin vaks úr umleið 10 mia. dollarum til 16,6 mia. dollarar.  

Søren Skou, stjóri í tí risastóra danska samtakinum, sigur, at kjarnin í teirra  langtíðarætlan er at stuðla tørvin hjá kundunum – og at leggja inn logistikkloysnir, sum kundunum tørva, og soleiðis leggja lunnar undir ein støðugan handil, sigur Søren Skou.

Kelda: Antares.fo og Maritimedanmark

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder