Innanlands

Mánaðargjald verður lagt á løðistøðir

Í royndartíðini hava heimaløðistøðir til elbilar verið ókeypis, men SEV áleggur eitt fast gjald á frá 1. januar 2023

2022-10-20 19:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Heimaløðistøðir til elbilar hava í eini royndartíð verið ókeypis at leiga frá SEV.

- Vit avgjørdu at lata løðistøðirnar út til leigu ókeypis í eini royndartíð fyri at tryggja, at fólk løddu bilin heima á tryggan hátt, og nú tann royndartíðin er av, verður gjaldið verksett

Hetta sigur  Jón Nielsen, deildarstjóri fyri Netið hjá SEV, við sev.fo.

Frá 1. januar 2023 verður eitt fast mánaðarligt gjald sett á hesar løðistøðir. Fasta gjaldið er 89 krónur v/mvg pr. mðr og verður goldið umvegis mánaðaruppgerðina hjá SEV.

- Íroknað fasta gjaldið fyri løðistøðirnar er haldaragjald, sim-kort, vegleiðing, tænasta, fjarstýrt viðlíkahald v.m.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder