Innanlands

Metgrønur oktober

Samanlagt fyri landið kom burðardygga elframleiðslan upp á góð 71%

2022-11-08 12:10 Author image
Jan Müller
placeholder

Samstundis sum burðardygga elframleiðslan í Suðuroy i oktober kom upp á 84%, hevur eisini hilnast væl í meginøkinum. 

Heili 70% av elframleiðsluni stavaðu frá varandi orkukeldum, harav 43% úr vatni og 26% úr vindi. Higartil í ár eru 49% av orkuni úr varandi orkukeldum. Somu tíð í fjør vóru 35% úr varandi orkukeldum. Í tilsamans 12 samdøgur var framleiðslan yvir 80% grøn

Fyri alt landið var býtið í oktober tilsamans góð 71% varandi orka og 29% olja. Hetta skrivar SEV á heimasíðu síni í morgun. 

[object Object]

Vatnorkuframleiðslan ger munin

Vøksturin í grønu framleiðsluni higartil í ár stavar partvís frá nýggjum framleiðslumátti úr vindi, men serliga sæst stórur vøkstur í framleiðsluni úr vatni.  

Vatnorkuframleiðslan hevur ongantíð verið so stór sum í ár. Í 2015, sum higartil er metár fyri vatnframleiðslu, vóru 99,5 GWt framleiddur tann 31. okt. Higartil í ár hava vatnorkuverkini hjá SEV framleitt 103 GWt, sum svarar til ein 40% vøkstur í mun til 2021.

[object Object]

Nýggju vindmyllurnar hjá Vindrøkt á Gellingarkletti hava økt um vindframleiðsluna higartil í ár við 16 GWt. Men eisini hevur hilnast betur hjá vindfeløgunum hjá SEV; Húsahagi hevur higartil framleitt 25,2 GWt, og Neshagi hevur framleitt 9 GWt, í mun til ávikavist 23,5 og 8 GWt í 2021.

Framleiðslan úr termiska orku fyri alt landið er minkandi, og fram til 31. okt vóru íalt framleiddir 181 GWt úr termiskari orku. Árini frammanundan var tilsvarandi framleiðsla pr. 31. okt: 223 GWt í 2021, 218 GWt í 2020 og 188 GWt í 2019. 

Eftirspurningurin eftir elorku er framvegis vaksandi. Í oktober var framleiðslan 0,6% størri enn í oktober 2021. Higartil í ár er vøksturin 2,44% í mun til somu tíð í fjør, og seinastu 12 rullandi mánaðirnar hevur vøksturin verið 3,8%.

[object Object]

Heri Mortensen, stjóri fyri framleiðsluni hjá SEV

"Vit eru sera spent at vita, hvussu restin av árinum fer at hilnast, og hvussu orkubýtið verður við ársenda. Vónin er, at framleiðslan úr varandi orku verður omanfyri 50%, kanska nær 55%, fyri alt landið, og nær 50% fyri Suðuroy", sigur Heri Mortensen, deildarstjóri fyri framleiðslu sambært heimasíðuni hjá SEV sambært heimasíðuni hjá SEV.  

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder