Eftirspurningurin eftir elorku økist støðugt og kom upp á góðar 137 GWt í fyrsta ársfjórðingi í 2026. Hetta eru 6,3% meira enn sama tíðarskeið í fjør. Av teimum 137 GWt, ið eru framleiddir stava 88,41 GWt frá grønari orku, og tað er methøgt. Tað upplýsir SEV á síni heimasíðu.
Hóast tað ongantíð áður eru framleiddir so nógvir GWt av grønari orku, so er samlaða talið fyri grøna elframleiðslu fyrsta ársfjórðing 11,8% lægri enn sama tíðarskeið undanfarna ár. Hetta kemst av, at eftirspurningurin eftir elorku samstundis er vaksin tilsvarandi.
Varandi orkukeldurnar hava allar framleitt meira í ár samanborið við sama tíðarskeið í fjør.
Vindorkuframleiðslan er hækkað úr góðum 43 GWt upp á 51 GWt. Hetta kemst millum annað av, at vindmyllulundin í Neshaga varð liðugt umvæld í fjør og hevur síðani framleitt væl. Vindorkan stóð fyri góðum 37% av samlaðu framleiðsluni, ið er ein øking á 18% samanborið við sama tíðarskeið í fjør.
Góðir 35 GWt eru framleiddir úr vatnorku, og eru hetta góð 2% meira enn undanfarna ár. Stórar umvælingar eru gjørdar á vatnorkuverkinum í Botni, og hóast verkið ikki er avhendað enn, so hava royndarkoyringar verið seinastu vikurnar, og tær síggjast aftur í elframleiðsluni.
Biogassverkið Førka framleiddi 1,7 GWt, sum vóru sløk 1,5 % av samlaðu elframleiðsluni.
Suðuroy
Marsmánaður var ein sonn sólskinssøga í Suðuroy, tí elframleiðslan var 93% grøn. Serliga vindurin hilnaðist væl og framleiddi slakar 2 GWt, svarandi til 70,7% av orkubýtinum.
Men tá hugt verður eftir samlaða elframleiðsluni fyri fyrsta ársfjórðingin er úrslitið ikki eins nøktandi. Grøna orkuframleiðslan stóð fyri sløkum 52%, ið er ein afturgongd á 2,4% samanborið við undanfarna ár. Lítið av vindi og umvælingar av vatnorkuverkinum í Botni vóru orsøk til hetta úrslitið. Vatnorkan gav 0% sama tíðarskeið í fjør.
Kelda: SEV
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald