Uttanlands

Orkurisin Adura fyrireikar seg til framtíð við Føroyar

Felagið bíðar nú eftir endaligari góðkenning av Rosebank útbyggingini skamt frá føroyska markinum

Neil McCulloch, stjóri í nýggju orkufyritøkuni ADURA, sum er ætlan fer undir framleiðslu tætt við Føroyar seinni í ár.

Neil McCulloch, stjóri í nýggju orkufyritøkuni ADURA, sum er ætlan fer undir framleiðslu tætt við Føroyar seinni í ár.

2026-04-16 16:06 Author image
Jan Müller
placeholder

Síðani tey bæði stóru orkufeløgini Equinor og Shell løgdu allar sínar ognir í bretska partinum av Norðsjónum og her eisini á Atlantsmótinum millum Hetland og Føroyar saman í eitt nýtt felag, ADURA, í fjør, hevur verið arbeitt við at veita bretsku myndugleikunum tilfar í sambandi við nýggju umhvørviskrøvini. Eftir at ein rættur í Skotlandi gjørdi av at ógilda verandi loyvið, tí tað fevndi ikki um CO2 útlátið frá nýtsluni av oljuni, hevur Adura kýtt seg til at liva upp til nýggju umhvørviskrøvini. Hetta arbeiðið er ú num at verða klárt og bíðar leiðslan í felagnum nú eftir at fáa grønt ljós frá myndugleikunum til tess at kunna fara undir framleiðslu í 2026 ella byrjan av 2027. 

[object Object]

At tað gongur rætta vegin er fyrsta samrøðan, sum stjórin í Adura hevur havt við mest týðandi orkumiðilin í Skotlandi, Energy Voice nú um dagarnar. Her ger stjórin Neil McCulloch greitt, at ætlanin framvegis er at fara undir framleiðslu í hesum árinum. Nú útbyggingin av Rosebank gongur á odda og er tann framtíðar oljuframleiðslan við tí minsta CO2 útlátinum og fer at hava stóran týdning fyri arbeiðspláss og inntøkur til Bretland, so vónar hann, at myndugleikararnir fara at geva neyðugu loyvini. 

[object Object]Tær báðar olju- og gassleiðirnar Rosebank og Jackdaw, sum bíðað nú verður eftir skulu fara í gongd. 

Talan er í hesum umfarinum um tvær keldur, Rosebank nærhendis Føroyum og sum goymir mest av olju, og Jackdaw nærhendis Skotlandi og sum goymir gass. Adura metir, at hesar keldurnar kunnu fáa stóran týdning fyri orkutrygdina í Bretlandi, ikki minst nú støðan er vorðin so ring í Miðeystri. 

Meinbogin fyri vinnuna er støðan hjá bretsku Labour stjórnini til framtíðar olju- og gassvirksemi í Norðsjónum. Hon hevur longu bannað nýggjum leitiloyvum men hevur samtíðis boðað frá, at loyvi, sum longu eru latin skulu sleppa at halda fram við sínum arbeiði tó undir nýggju umhvørvistreytunum. 

[object Object]Fleiri olju- og gasskeldur eystan fyri Føroyar standa fyri at verða útbygdar: Rosebank, Cambo, Tornado og Clair. 

Støðan hevur lagt stóran part av nýggjum olju- og gassvirksemi lamið, meðan bíðað verður eftir endaligu avgerðini hjá stjórnini. Øll tey feløgini, sum hava fingið tillutað loyvi til at byggja út keldur, eru í eini bíðistøðu í løtuni, har avgerðin hjá stjórnini viðvíkjandi Rosebank fer at vera avgerandi fyri, um tey fara at brúka milliardir av kr. til útbyggingar. Og í hesum føri er talan um fleiri útbyggingar eystan fyri Føroyar. Umframt Rosebank, so er talan eisini um keldurnar Cambo og  Tornado nær markið eins og stóru Clair oljuleiðina miðskeiðis millum Føroyar og Hetland, sum BP stendur fyri, men har felagið Adura eisini er partur. 

[object Object]Nýggja framleiðsluskipið til Rosebank leiðina her ávegis í Norðsjógvin eftir umvælingar í  Miðeystri. 

Tað er greitt, at ein avgerð hjá stjórnini, sum kann koma fyrsta dagin ella bíðar til eftir valið í Skotlandi í mei, eisini kann hava týdning fyri Føroyar, bæði fyri komandi leiting og fyri veitaravinnuna her. Hetta verður nakað, sum nýggi landsstýrismaðurin í oljumálum, Jacob Vestergaard uttan iva fer at fylgja sum ein av sínum fyrstu uppgávunum sum oljuvinnuráðharri. Gerast útbyggingarnar hinumegin markið veruleiki kann hetta seta ringar í sjógvin og skapa arbeiði til føroysku veitingarvinnuna um somu tíð sum eitt nýtt undirstøðukervi so nær Føroyum kann skunda undir áhugan at fara undir aftur leiting hesumegin markið. 

[object Object]Í næstum fer framleiðsluskipið at koma fram á Rosebank leiðina, har tað skal liggja komandi 20 árini.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder