2023-06-18 17:26
Avgerðin kemur eftir, at kanningar hava víst, at Russland leingi hevur kannað gass- og oljuleiðingar á havbotninum eins og fjarskiftisleiðingar og elleiðingar, sum hava alstóran týdning fyri trygdina í Vestuheiminum. Elleiðingar flyta streym frá havvindmyllum til brúkararnar, rørleiðingar flyta gass og olju kring Evropa og internetkaðalir tryggja, at til ber at samskifta millum lond yvir høv og heimspartar.
Tað var eftir spreinginina í Eystrasalti av tveimum gassrørleiðingum, at heimurin brádliga setti veitingartrygdina í hásæti og síðani hevur verið tosað um vandan fyri, at Russland kann hava í umbúnað at skaða undirstøðukervið í Evropa til tess at kunna vinna eitt møguligt kríggj í framtíðini.
Tað var Jens Stoltenberg, aðalskrivari í NATO, sum segði frá hesum á einum tíðindafundi í Bruxelles fríggjadagin. Stovnurin fer at hava sítt høvðssæti uttan fyri London. Endamálið er fyrst og fremst at savna data og tilfar og deila hetta millum londini.
Tað verður hildið, at Russland er í ferð við at savna tilfar um infrastrukturin á havbotninum í fleiri Nato-londum við tí fyri eygað at kunna gera sambotasju, um spenningurin millum eystur og vestur gerst meira álvarssamur og hóttir heimsfriðin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald