Innanlands

Nógv grøn orka í kvøld

Bara 17,9 prosent av streymframleiðsluni eru við olju

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2022-09-21 22:35 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Um hugt verður eftir framleiðsluni hjá SEV í kvøld er týðiligt, at regni og vindurin í dag koma væl við.

Í seinastu dagføring sum er klokkan 22:29 stava bert 17,1 prosent av framleiðsluni frá olju. Samlaða orkunýtslan er beint yvir 51 megawatt, og bert 8,70 verða framleidd við olju.

[object Object]

Vatnorka og vindur standa fyri størsta partinum av framleiðsluni. Vatnorkuverkini framleiða 21,01 megawatt, sum svarar til 41,0 prosent.

Vindorka stendur fyri 40,2 prosent av framleiðsluni við 20,60 megawattum. Serliga er tað á Oyggjarvegnum, at vindmyllurnar geva nógv. Vindmyllurnar hjá SEV í Húsahaga framleiða 8,27 megawatt í løtuni meðan tær hjá Vindrøkt á Gellingarkletti framleiða 6,99 megawatt.

Um hugt verður eftir Suðuroynni fyri seg, so er tað 100 prosent grøn orka í økinum. 32,7 prosent vatnorka og 67,3 prosent við vindorku.

Til ber at fylgja framleiðsluni hjá SEV her


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder