Innanlands

NORA: -Orka gerst meira týðandi partur av arbeiðinum

- tí í smáum og avbyrgdum samfeløgum er grøna orkuskiftið tætt knýtt at mótstøðuføri, veitingartrygd og lokalari menning..

Halla Nolsøe Poulsen, stjóri í NORA á seminari í Norðurlandahúsinum um orkuveiting, orkutrygd, veðurlag og avbjóðingar í smærri oyggjasamfeløgum. Mynd Jan Müller

Halla Nolsøe Poulsen, stjóri í NORA á seminari í Norðurlandahúsinum um orkuveiting, orkutrygd, veðurlag og avbjóðingar í smærri oyggjasamfeløgum. Mynd Jan Müller

2026-10-01 18:45 Author image
Jan Müller

Tað segði Halla Nolsøe Poulsen, stjóri í NORA og ein av luttakarunum á seminari í Norðurlandahúsinum undir heitinum “Net Zero Islands Network Seminar 2026”, sum varð skipað av “Nordisk Energiforskning", ein stovnur undir Norðurlendska Ráðharraráðnum.

[object Object]

Og tosa vit um “Nordisk Energiforskning” slepst ikki undan eisini at nevna NORA, Norrønt Atlantssamstarv, ið fevnir um Føroyar, Ísland, Grønland og strandanoreg. NORA, sum hevur høvuðssæti í Føroyum, var partur av arbeiðinum hjá Nordisk Energiforskning í byrjanini. Frá 2020 til 2022 arbeiddu NORA og Nordic Energy Research saman um at stovna og menna netverkið gjøgnum verkætlanina „From Vision to Reality – Future Energy Solutions for Isolated Areas“. Og tað fyrsta seminarið hjá Islands Network var júst í Føroyum í september 2021.

Eftir 2022 tók Nordic Energy Research yvir alla ábyrgdina av netverkinum. Og síðani tá hevur verið  hildið fram við at menna tað saman við limunum í hesum netverki. Síðani fyrsta saminarið í Føroyum í 2021  hevur netverkið møtst í Grønlandi, Hetlandi, Álandi og Íslandi. Og síðani aftur í Føroyum í 2026.

Tað var tí eisini náttúrligt, at NORA varð umboðað á seminarinum í Norðurlandahúsinum í hesi vikuni. Stjórin í NORA, Halla Nolsøe Poulsen tók orðið eftir setanarrøðuna hjá stjóranum í “Nordisk Energiforskning”, Klaus Skytte. Hon fegnaðist um at vera boðin við og segði, at NORA er sera fegið um at vera partur av orðaskiftinum.

[object Object]

-Eg eri ikki serfrøðingur í orku. Og NORA er heldur ikki ein orku-stovnur. Vit arbeiða við regionalari menning og samstarvi tvørtur um Norðuratlantshavið, og orka gerst støðugt ein meira týðandi partur av arbeiðinum, tí í smáum og avbyrgdum samfeløgum er grøna orkuskiftið tætt knýtt at mótstøðuføri, veitingartrygd og lokalari menning. Tað hevur týdning, um fyritøkur kunnu reka sítt virksemi, um nýggjar vinnugreinar kunnu mennast, og í síðsta enda, hvussu tað er at búgva og skapa eina framtíð í hesum samfeløgum. Og hon helt fram:

Fortreytirnar eru øðrvísi í ymsum samfeløgum

-Vit vita eisini, at fortreytirnar eru øðrvísi enn í størri og meira samantengdum økjum. Lítil fólkatalsstødd, langar frástøður, avbyrgd elnet, ringt veðurlag og avmarkaðir marknaðir skapa veruligar avbjóðingar. Samstundis kunnu smá samfeløg vera óvanliga góð støð at royna nýggj hugskot. Stjórin í NORA vísti á, at tey í NORA hava sæð hetta í verki:

-Vit hava stuðlað verkætlanum, sum arbeiða við orkuskiftinum á Vestfjørðum í Íslandi. Vit hava stuðlað byrjandi arbeiði við at kanna møguleikarnar fyri elriknum bátum í Íslandi og verkætlanum, sum hyggja at, hvussu sigling kann gerast meira orkueffektiv.

[object Object]

Hesar verkætlanir byrja ofta í einum lutfalsliga lítlum skala. Onkur varnast eina heilt ítøkiliga avbjóðing. Fólk úr ymiskum støðum leggja sína vitan saman. Tey royna eitt hugskot og finna út av, um tað veruliga riggar undir norðuratlantiskum viðurskiftum. Hetta er júst tað slagið av samstarvi, sum NORA varð stovnað fyri at stuðla.

NORA stjórin helt seg síggja luttakarar á seminarinum úr plássum, sum á ymsan hátt hava júst somu spurningar at dragast við og vísti á, at Føroyar, Grønland, Nunavut, Skotland, Hetland, Írland, Gotland og Ísland hava sera ymiskar orkuskipanir og sera ymiskar byrjanarstøður. Kortini helt hon, at vit kunnu læra ómetaliga nógv av hvørjum øðrum.

-Hvussu skapa vit álítandi og haldgóðar orkuskipanir í fjarskotnum samfeløgum?

-Hvussu varðveita vit veitingartrygdina, samstundis sum vit broyta hesar skipanir?

-Hvussu handfara smá samfeløg íløgur, sum eru ógvusligar samanborið við støddina á búskapinum?

Og hvussu tryggja vit, at orkuskiftið eisini skapar møguleikar fyri samfeløgini?

- spurdi NORA stjórin og helt fyri, at tað var ein fyrimunur við at vera lítil, nevniliga at vit ofta vita, hvønn vit skulu ringja til.

[object Object]

-Frástøðan frá at eyðmerkja eina avbjóðing, finna tey røttu fólkini og royna eitt hugskot kann stundum vera óvæntað stutt. Tvørtur um Norðuratlantshavið kunnu vit gera hetta netverkið munandi størri. Onkur annar hevur kanska longu roynt tað, sum tit umhugsa. Tey vita kanska, hvat riggaði, hvat ikki riggaði, hvat gjørdist nógv dýrari enn væntað – og hvat tey høvdu gjørt øðrvísi næstu ferð.

Tað er hetta býtið av royndum og vitan, sum ger eitt netverk sum hetta virðismikið. So eg vóni, at hesir báðir dagarnir við kunning og kjaki geva okkum góð og gagnlig sambond og kanska eisini byrjanina til nøkur nýggj hugskot og nýggj samstørv.

Halla Nolsøe Poulsen helt tað vera sera gott, at møguleiki eisini var hjá mongu útlendsku luttakarunum at vitja støð og síggja føroyskar fyritøkur, sum antin framleiða ella brúka orku – at fáa innlit í føroysku orkuskipanina og vinnuna í verki.

[object Object]Frá seminarinum í Norðurlandahúsinum. Myndir Jan Müller

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald