Eins og prísurin á amerikonsku ráoljuni (WTI) kavaði í gjárkvøldið, so er prísurin á tí vit vanliga kalla Norðsjóvaroljuni (Brent) í morgun lækkaður við nærum 30% til góðar 18 dollarar fyri tunnuna, úr umleið 26 dollarum í gjár. Seinast prísurin var so lágur var í 2002, sambært tølum frá EIA.
Greinarar vísa á, at støðan er sera álvarslig, nú goymslurnar av olju kring heimin eru um at vera á tremur. Tað hevur havt við sær, at leigan av stórum tangaskipum er farin “til Himmals”, sum eygleiðarar málbera seg.
Amerikanski forsetin, sum fylgir gongdini í oljuprísinum sera neyvt, hevur hótt við at steðga innflutninginum av ráolju úr Saudi-Arabia fyri harvið at stuðla amerikanska oljuídnaðinum. Hann vísir á, at USA hevur ríkiligt av olju sum er.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald