Í Norra verða atsóknir móti gassleiðingum í Eystursjónum tiknar í størsta álvara, ikki minst tí, at myndugleikarnir bera ótta fyri, hvussu slíkar atsóknir móti gassleiðingum kunnu henda aftur og tá raka norsk áhugamál. Her er tað fyrst og fremst nýggja gassleiðingin úr Norra til Pólands, Baltic Pipe, sum kann verða tann næsta, ið fer at standa fyri skotum.
Viðmerkjarar halda, at Norra er uttan iva eitt av fremstu málunum hjá Russlandi, tá hugsað verður um framtíðar gassveitingina til ES og onnur lond, nú londini mugu vera russiskt gass fyriuttan. Tá er norskt gass ein týðandi lívlinja til orkuhugrandi evropeiska meginlandið. Og her kann Norra fáa alstóran týdning og hevur tað longu.
Norskir leiðandi politikarar síggja fyri sær, at eitt land sum Russland kann raka Evropa enn meira meint, um tað ger seg inn á norska gassinfrastrukturin, sum nú er so týdningarmikil fyri Vesturheimin. Og fyri Norra kann hetta eisini gerast ein vanlukka. Millum teir, sum ávara um framtíðina er norski orku- og umhvørvisráðharrin, Terje Aasland, ið heldur, at atsóknirnar í Eystursjónum mugu takast í størsta álvara í Norra eisini. Hann heldur tó ikki, at tekin í løtuni eru til, at slíkar atsóknir eru í umbúnað at raka norskar gassleiðingar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald