Uttanlands

Norra fer ikki at gevast við olju og gassi

Norra fer at menna royndirnar at framleiða vetni og vindorku í grøna skiftinum men fer at halda fram við at framleiða og leita eftir olju og gassi fram til 2050 og eisini eftir tað.

Norra fer ikki at fylgja Danmark, tá talan er um olju og gassframleiðslu og leiting. Landið fer at halda fram við og menna framleiðsluna til 2050 og eisini eftir tað og fer at halda fram við oljuleiting. Kortini fer størri dentur at verða lagdur á at menna grøna skiftið við vetni- og vindorku.

Norra fer ikki at fylgja Danmark, tá talan er um olju og gassframleiðslu og leiting. Landið fer at halda fram við og menna framleiðsluna til 2050 og eisini eftir tað og fer at halda fram við oljuleiting. Kortini fer størri dentur at verða lagdur á at menna grøna skiftið við vetni- og vindorku.

2021-06-13 17:50 Author image
Jan Müller
placeholder

Hetta er niðurstøðan hjá norsku miðhøgrastjórnini, nú hon hevur umrøtt seinastu útmeldingarnar frá eitt nú altjóða orkufelagsskapinum IEA,  skrivar Offshore Energy Engeneer.

Eisini fer Norra, sum er næststørsti olju- og gassframleiðarin í Evropa, at halda fram við leitiútbjóðingum, har tað sum higartil fer at lata oljufeløgum loyvi at leita eftir olju og gassi á norska landgrunninum, sigur stjórnin.

Lagt verður aftrat, at olju- og gassframleiðsla, sum hevur gjørt Norra til eitt av heimsins ríkastu londum, fer av náttúrligum ávum at minka við 65% í 2050. “Vit fara at leggja til rættis ein framtíðar norskan olju- og gassídnað, sum er førur fyri at veita vørur og tænastur við lágum útláti, ið eisini samsvarar til okkara veðurlagspolitikk,” sigur norski olju- og orkuráðharrin Tina Bru.

Norra fer eisini at halda fram við arbeiðinum at gera út olju- og gasspallar á landgrunninum við streymi úr landi, sum kemur frá vatnorkuni fyri harvið at kunna minka um útlátið frá pallum, sum í dag verða riknir við gassturbinum.

Kortini metir stjórnin, at olja og gass fara ikki at vera sama drívandi høvuðsmegin í búskapinum í framtíðini eins og tað hevur verið higartil. Stjórnin arbeiðir eisini við ætlanum um at útbyggja orkunetið, so tað verður betri ført fyri at veita streym til nýggjar og orkukrevjandi ídnaðir á landi eins og pallarnar á landgrunninum.

Norra fer so eisini at seta ferð á arbeiðið at menna grøna orku so sum vetni. Landið fer so eisini at lata fyrstu loyvi til vindorkulundir  til havs í 2022.

Norska oljufelagið Equinor, sum er undir trýsti frá minniluta partaeigarum, sum vilja hava felagið at leggja størri dent á menning av varandi orku, fer at koma við eini nýggjari grønari ætlan hesa vikuna.

Norski arbeiðaraflokkurin, sum eisini gongur inn fyri framhaldandi olju- og gassvinnu, heldur kortini ikki, at stjórnin hevur megnað at gera greitt, hvussu hon ætlar við framhaldandi olju- og gassframleiðslu at halda seg til málini í Paríssáttmálanum fyri at røkka 1,5 stig hitavøkstrinum. 

Arbeiðaraflokkurin stendur til at vinna komandi tjóðartingsvalið í september og gongur flokkurin inn fyri framhaldandi at framleiða olju og gass. Tó sigur talsmaðurin fyri orku, Espen Barth Eide við Reuters: “Vit halda ikki, at vit eiga at gevast við at framleiða olju og gass í dag og lata tað vera upp til lond sum Russland og Qatar at veita hesa orkuna ístaðin, men vit mugu innsíggja, at eftirspurningurin sohvørt fer at minka. Og tí er týdningarmikið at fylgja væl við marknaðinum, soleiðis at vit ikki standa eftir við keldum, sum ikki kunnu útbyggjast."

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder