Nú tað í stóran mun er skrúvað fyri gassveitingum úr Russlandi til Evropa, er Norra vorðið mest týðandi veitarin av gassi til flest øll lond í Evropa. Gassið kemur í mestan mun gjøgnum rørleiðingar á havbotninum. Nú herverk er gjørt móti gassleiðingum í Eystrasalti og Russland verður mett at standa aftranfyri, eru myndugleikarnir í Norra farnir at bera ótta fyri, at nakað tað sama kann henda í Norðsjónum. Spurt verður: er møguleiki hjá eitt nú russum at fremja sambotasju móti orkulívlinjuni millum Norra og Evropa og er hetta nakað, sum Russland longur hevur lagt til rættis?
Meginparturin av gassinum úr Norra kemur umvegis fleiri rørleiðingar, sum ganga úr Norra til Bretlands, Hálands, Týsklands og Danmark. Ein minni partur av gassinum er flótandi gass LNG, sum verður flutt við skipum úr Norra, USA, Qatar og øðrum londum. Hesar veitingar eru nú meira ella minni grundarlagið undir orkuveitingini í Evropa, nú skrúvað er fyri tí mesta gassinum, sum fyrr kom úr Russlandi.
Norðmenn halda, at teirra politikarar hava verið alt ov seinir á sjóvarfallinum. Longu í 2011 og aftur í 13 varð spurningurin um betri verju av olju- og gasspallum og øllum orkuinfrakervinum sum heild frammi, men lítið og einki er gjørt fyri at seta tiltøk í verk fyriuttan móti óhappum. Hvat viðvíkur herverki er støðan í dag tann sama sum tá.
Í Norra eru 8800 kilometrar við olju- og gassleiðingum. Hesir eru av alstórum týdningi fyri orkuveitingina í Evropa og eisini heilt berandi fyri norska búskapin.
Nú um dagarnar sóu vit jagaraflogfør flúgva kring oljupallar í Norðsjónum eins og herskip sigla framvið goymslur og útbúnað á landi. Spurningurin er bara, um hetta er nóg mikið. Hildið verður at russar í mong ár hava kortlagt rørleiðingsskipanir í Norðsjónum og onkur ber ótta fyri, at spreingievni longu eru í nánd av hesum leiðum.
Sohvørt kríggið í Ukraina verður alt meira ógvusligt og umfevnandi, økist óttin og vandin fyri møguligum herverki á týðandi infrakervi ikki minst í norskum øki. At vera russiskt gass fyriuttan hevur longu víst seg at hava sera stórar avleiðingar. Ein víðkan av orkukrígnum til eisini at umfata norskt infrakervi vil hava katastrofalar avleiðingar fyri eitt longu hart rakt Evropa.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald