Uttanlands

Norra undir námsvinnu á havbotni norðan fyri Føroyar

Hóast stóra mótstøðu frá andstøðuflokkum, umhvørvisfelagsskapum og ES, heldur norska stjórnin fast um ætlanina at bjóða út øki til námsvinnu á havbotninum

2023-06-21 15:09 Author image
Jan Müller
placeholder

Ætlanin hjá norsku minnilutastjórnini at loyva námsvinnu á havbotninum er av álvara vorðið eitt stríð um havið.

Norskir myndugleikar hava í longri tíð kannað møguleikarnar fyri námsvinnu á havbotninum millum Norra og Grønland. Talan er um serstøk og sera kostnaðarmikil mineral, sum finnast í stórum tali á havbotninum eitt nú norðan fyri Føroyar.

[object Object]

Hesi eru nógv eftirspurd av vinnuni, sum í dag framleiðir fartelefonir og aðrar hátøkniligar vørur og eru hesi í stóran mun týðandi partur av grundarlagnum undir vælferðarsamfelagnum. Sohvørt fólkatalið í heiminum veksur verður eftirspurningurin eftir hesum sonevndu krittisku mineralunum alsamt størri og størri. 

Sum støðan er í dag, er Vesturheimurin sera bundin at framleiðsluni í Kina. Hetta hevur fingið bæði myndugleikar og vinnuna í eitt nú Evropa at raðfesta kanningar av møguligari námsvinnu á havbotninum. 

[object Object]Norski orku- og oljuráðharrin Terji Aasland

Nú hevur so norska stjórnin tikið avgerð um at seta tvey stór øki av til eina komandi námsvinnu. Talan er um øki á norska landgrunninum í Grønlandshavinum og í Barentshavinum.

Mineralvirksemi er grundað á havbotnsminerallógina frá 2020. Eftir at hava gjørt neyðugu fyrireikingarnar og kanningarnar mælir ein frágreiðing í norska Stórtinginum til at lata upp fyri tveimum stórum økjum til námsvinnu. Tað er orku- og oljuráðharrin Terje Aasland, sum umsitur málið og sum nú kunnger, at øki á landgrunninum verða latin upp fyri námsvinnu á havbotninum. Um somu tíð finst bæði andstøðan og umhvørvisfelagsskapir at avgerðini. 

Aasland sigur, at nú stjórnin hevur lagt fram eina frágreiðing um at lata upp fyri útvinnan av havbotnsmineralum, so er tað fyri at tryggja, at ein slík nýggj vinna kann verða burðardygg og lønandi eins og trygg. 

Talan er um eitt risastórt øki í Grønlandshavinum og í Barentshavinum uppá 281.200 ferkilometrar. Økið liggur uttan fyri Nordland og upp móti Finnmarkini.

Ætlanin hjá stjórnini er síðani at velja út nøkur smærri øki í hesum umráðinum, sum skulu bjóðast út til leiting skrivar Dagens Næringsliv.

Frágreiðingin, sum nú verður løgd fram í Stórtinginum, hevur verið til hoyring og hava fleiri felagsskapir og umboð fyri ymisk fakøki  funnist harðliga at ætlanini.

Eisini ynskir stuðulsflokkurin hjá stjórnini SV, at havið verður friðað fyri námsvinnu. -Hetta uppskotið er ein vanlukka sigur leiðarin í SV, Lars Haltbrekken.

-Bæði umhvørvis- og mineralmyndugleikar hava funnist at upplatingini av økjum til námsvinnu, og stjórnin hevur ikki skilt trupullleikarnar sum eru knýttir at bæði náttúru og veðurlagskreppu sigur SV leiðarin. Enn ein andstøðuflokur, Frp gongur inn fyri avgerðini hjá stjórnini. Størsti andstøðuflokkurin Høgra vil fyrst kanna málið nærri, áðrenn hann tekur støðu. Flokkurin vil kanna, um vinnan kann gerast lønandi og uttan at gera seg inn á umhvørvið. 

Orku- og oljuráðharrin verjir støðuna hjá stjórnini og sigur, at grøna orkuskiftið tørvar mineral. Og øll, sum umsita slík hava eisini ábyrgd av, at henda vinnan líkur øll krøv til bæði umhvørvi, burðardygd og lønsemi.

Hvørki Vinstriflokkurin ella MDG taka undir við ætlanini hjá stjórnini. -Havið er longu undir stórum trýsti av m.a. ovurfisking, dálking ol. og tí er tað burturvið, um stjórnin nú letur upp fyri námsvinnu í havinum kring Norra sigur Geir Jørgensen frá Rødt flokkinum. Eisini fiski- og umhvørvismyndugleikarnir í Norra hava ávarað móti at fara undir námsvinnu á havbotninum og heldur ikki Equinor heldur tað vera rætt at fara undir slíka vinnu. 

[object Object]

Hóast stóru mótstøðuna bæði í Norra og í útlandinum og at alsamt fleiri finnast at ætlanini hjá stjórnini, so heldur hon fast við ætlanina at lata upp eitt stórt øki ætlað til námsvinnu og verður víst til stóra eftirspurningin og tørvin á serstøkum mineralum. Og nú Kina nærum hevur monopol uppá framleiðsluna av slíkum mineralum eru lond í Vesturheiminum tvungin til eisini at kunna framleiða hesi, soleiðis sum geopolitiska støðan er vorðin í heiminum. Tað er eisini greitt, at ein slík námsvinna kann gerast eitt sætt gullnám fyri Norra. 

Bæði ES tingið og ES nevndin hava heitt á síni limalond um ikki at fara undir námsvinnu á landgrunnunum. Eisini stórfyritøkur so sum Google og Samsung eins og evropeiski íløgubankin eru ímóti námsvinnu á havbotninum orsakað av atlitinum til veðurlagið og umhvørvið. 

Enn ein stórur ivaspurningur fyri Norra er, hvussu Svalbard traktatin kann tulkast, tá tað kemur til námsvinnu á havbotinum. 

Tá norskir miðlar spyrja stjórnina, hví hon heldur fast um avgerðina at fara undir námsvinnu á havbotninum, hóast so mong mótmæli, so er svarið frá stjórnini, at heimurin tørvar hesi mineral, og tað er umráðandi, at tað ikki einans er Kina, sum framleiðir tey. Norra hevur tí eina skyldu til at fara undir slíka vinnu. 

Víst verður eisini á, at grøna orkuskiftið hevur ikki minst brúk fyri umrøddu mineralum. 

Keldur: NTB, E24, Aftenposten


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder