Uttanlands

Norra og Týskland menna orkusamstarvið

Norra og Týskland skulu menna samstarvið innan vetni, fangan og goymslu av CO2, havvind og battaríframleiðslu.

2022-08-16 13:32 Author image
Jan Müller
placeholder

Hetta sigur norski forætisráðharrin Jonas Gahr Støre eftir ein fund við týska kanslaran Olaf Scholz í gjár. Teir báðir møttust í Norra í vikuni fyri at umrøða stóru avbjóðingarnar, sum Evropa hevur at stríðast við. 

Millum málini teir umrøddu var kríggið í Ukraina, grøna orkuskiftið, orka og evropeiskt samstarv. 

Tey bæði londini hava samstarvað leingi á orkuøkinum og er framtíðar samstarv innan vetni, fangan og goymslu av CO2, havvind og framleiðslu av battaríum framtíðar og langsiktaða loysnin fyri tær orku- og veðurlagsavbjóðinr, sum Evropa hevur sigur Støre sambært E24. 

-Norra hevur góðar fyritreytir fyri at gera framstig innan grøna virðisøking, serstakliga orsakað av týðandi tilfeingi og royndum og vitan innan orku og  frálandsvinnu, sum eru týðandi øki fyri grøna orkuskiftið í ES sigur Støre. 

-Týskland er mest týðandi samstarvspartnarin hjá Norra í Evropa. Vit samstarva um at finna bestu loysnirnar í sambandi við Ukraina, og vit menna orkusamstarvið innan varandi orku. Gjøgnum samstarv kunnu vit røkka felags málum um grøna ídnaðarmenning og lægri útlát sigur Støre. 

Síðani Russland gjørdi innrás í Ukraina hevur Norra økt um sín orkuútflutning til eitt nú Týskland, her fyrst og fremst gass. Søre lovaði á fundinum, at landið vil halda fram við at veita Týsklandi gass. Landið hevur alstóran týdning fyri búskapirnar í øllum Evropa og Vesturheiminum við. 



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder