
Hóast norski oljugrunnurin aftur og aftur setir nýggj met, so vísa tølini eisini, at tað kann ganga báðar vegir. Og tað hevur tað gjørt so dyggliga seinastu tíðina.
Eftir skeivu gongdina á gjaldoyramarknaðinum og við dollaravirðinum, eru bráddliga 1000 mia. kr. horvnar úr grunninum.Virðið á grunninum er nú “einans” 19.000 mia. kr. Leiðslan í grunninum hevur leingi ávarað um, at virðið á grunninum kann flyta seg nógv, og at um illa vil til, kann virðið minka við heilt upp til 40%.
Virðið á oljugrunninum er fallið við 700 mia. kr. síðani á nýggjárinum skrivar E24. Grunnurin hevur í mong ár verið merktur av støðugt vaksandi virði á børsinum, einum viknandi norskum gjaldoyra eins og við í fleiri førum nýggjum olju- og gasskrónum frá stjórnini.
Í desember í fjør fór virðið á grunninum fyri fyrstu ferð upp um 20.000 mia. kr., og tíðliga í 2025 var tað 20.200 mia. kr.
Oljugrunnurin eigur partabrøv í nógvum stórum altjóða fyritøkum. Tá tað gongur teimum illa ella væl, so ávirkar hetta eisini úrslitið hjá norska oljugrunninum. Eitt nú hevur grunnurin stóran ognarlut í fyritøkuni Tesla, hvørs partabræv er fallið við 35%. Á nýggjárinum átti oljugrunnurin partabrøv í Tesla fyri 161 mia. kr.
Leiðslan í grunninum hevur í fleiri ár ávarað um, at virðið á grunninum kann sveiggja nógv. Kanningar vísa, at virðið kann minka við so mikið stórari upphædd sum 8000 mia. kr., um ymsar umstøður raka grunnin um somu tíð.
Oljugrunnurin tvífaldaði sítt virði frá 2019 til 2024 m.a. orsakað av sterkum børsum, eini veikari krónu og uppsparing av olju- og gasskrónum. Virðið á grunninum var 10.000 mia. kr. í 2019. Í 2023 var tað 15.000 mia. og í 2024 20.000 mia.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald