Henda nýggja avtalan skal vera við til at tryggja orkutrygdina í Bretlandi. Talan er um at lata Bretlandi gass svarandi til fimm milliardir kubukkmetrar um árið yvir eitt tíðarskeið uppá 10 ár. Fyrsta gassið verður latið Bretlandi 1. oktober. Samlaða sáttmálavirðið er umleið 170 mia. kr. við dagsins prísum.
Stjórin í Equinor, Anders Opedal fegnast um avtaluna, sum hann heldur fer at tryggja orkutrygdina í Bretlandi og eisini vera avgerandi fyri at kunna menna varandi orku eins og minka um útlátið í Bretlandi.
Í nærum 50 ár hava Equinor og tess partnarar ment norska landgrunnin til at gerast tann størsti og mest týðandi veitarin av orku til Evropa. Bretland innflytir nærum 2/3 av gasstørvinum úr Norra. Nýggja avtalan fer at nøkta 10% av árliga eftirspurninginum eftir gassi í Bretlandi.
Ein avleiðing av avtaluni er, at orkutrygd og minking av útlátinum mugu ganga hond í hond sigur umboðsmðaurin hjá Euinor í Bretlandi, Alex Grant. Umframt at gera íløgur í olju- og gassframleiðslu í Bretlandi stendur Equinor eisini fyri íløgum í tríggjar stórar vindmylnulundir, Sheringham Shoal, Dudgeon og Hywind Scotland, sum er heimsins fyrsta flótandi vindmylnulund.
Havvindorkuætlanin Dogger Bank er eisini við at verða útbygd og fer at gerast heimsins størsta havvindmylnulund, tá hon er liðug útbygd. Saman við partnarum mennir Equinor eisini fyrstu CO2 flutnings- og goymsluverkætlanina og eitt gassorkuverk við CO2 fangan.
Nýggja avtalan ikki bert tryggjar bretsku orkutrygdina, men ruddar eisini slóð fyri einum vaksandi vetnismarknaði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald