Tá komu fyrstu sektiónirnar av tí fyrsta vindmylnutorninum við lastbilum á staðið. Alt gekk uppá stás, og seinnapartin vóru tveir teir fyrstu partarnir av torninum settir upp.
Tilsamans vera har seks vindmyllur. Hvørt tornið er í fýra pørtum og er 91,5 metrar høgt. Teir fyrstu tornpartarnir komu av Oyrareingjum og munnu verða størsti flutningurin nakrantíð á føroysku vegunum. Komandi dagarnir heldur flutningurin fram, og sunnudagin koma tornhúsar og bløð við skipi úr Esbjerg.
Ætlanin er at taka vindmylnulundina hjá Vindrøkt í brúk í juni. Men tær myllurnar verða so royndarkoyrdar í apríl og mai. Kostnaðurin er umleið 200 mió. sambært stjóranum Jóhan í Niðristovu í Útvarpinum á middegi. Eigarar av vindmyllunum eru feløgini Vindrøkt og Effo.
Verkætlanin hjá Effo og Vindrøkt er at seta 6 Vestas V117 – 4.2MW vindmyllur upp á Gellingarkletti. Nýggja vindmyllulundin fer at framleiða orku svarandi til El-nýtsluna hjá øllum sethúsum í Føroyum, og svarar hetta til uml. 26% av samlaðu el-framleiðsluni í Føroyum.
Samlaði framleiðslumátturin er 25, 2 MW og kann vindmyllulundin væntandi framleiða 100GWT árliga.
Vindrøkt, sum er partur av hesi stóru verkætlanini, var fyrsta felagið at veita føroyingum orku úr vindi á búskaparligum grundarlagi, og hevur Jóhan í Niðristovu verið undangongumaður innan grønar orkuloysnir. Jóhan í Niðristovu er stjóri í felagnum.
Sambært heimasíðuni hjá EFFO framleiðir Vindrøkt longu orku úr vindi og hevur stórar ætlanir um at gera nýggjar vindmyllulundir og hevur eisini fleiri øki klár til endamálið.
Effo hevur veitt orku til føroyingar í 100 ár, og ynskir felagið at gera hetta framhaldandi. Politiskt eru sett greið mál fyri, at øll orkunýtsla á landi skal vera grøn í 2030. Sum orkufelag sigur Effo seg ynskja eisini at arbeiða fyri at føra Føroyar fram á eina grønari leið.
Við at eiga helmingin í Vindrøkt, er Effo við til at framleiða grøna orku burturúr vindmyllulundini hjá Vindrøkt á Mýrunum í Vestmanna, og nú eisini frá hesi stóru verkætlanini á Gellingarkletti.
"Fyri Effo er dagurin í dag ein stórur dagur. Felagið hevur sett sær stór mál innan grøna orkuskiftið, og fegnast vit tí um at verkætlanin er komin so væl áleiðis og skjótt kann framleiða grønan streym til føroyska samfelagið", sigur Janus Thomsen, stjóri í Effo.
Tá veingirnir, sum eru 57 m hvør, koma til landið um eina viku, skulu teir koyrast úr Signabø á Gellingarklett.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald