Innanlands

Nýggj ventilatiónsskipan í svimjihylinum á Toftum

Við hesi nýggju skipanini fer at bera til at endurnýta hitan sum ger, at væl av orku verður spart

2023-06-30 16:05 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Svimjihylurin í Tofta skúla hevur verið stongdur síðan 12. juni vegna dagføringar.

Seinnu árini eru fleiri dagføringar gjørdar í svimjihylinum, og í summar verður nýggj ventilatiónsskipan sett upp. Við hesi nýggju skipanini fer at bera til at endurnýta hitan sum ger, at væl av orku verður spart.

Arbeiðið, sum Hans Hilmarsson Hansen hevur ábyrgdina av, gongur eftir ætlan. Svimjihylurin verður væntandi tøkur aftur við skúlaársbyrjan í august.

Nes kommuna


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder