Møguliga ringasta oljudálkingin í kalifornisku søguni hendi nú um dagarnar, tá ein rørleiðing til oljupall út fyri Kalifornia fór at leka. Higartil eru likin út meira enn ein hálv mió. litrar av olju í havið nærhendis Orange County. Lekin hevur serstakliga rakt strondina Huntington Beach.
Times of San Diego skrivar, at lekin varð uppdagaður seinasta leygardag. Oljudálkingin fevnir um eitt øki uppá 34 kilometrar í einum øki, sum m.a. er sera vælumtókt av surfarum. Nú verður roynt at minka um avleiðingarnar av dálkingini. Verjuútgerð er løgd út, og flogfør eru við í arbeiðinum at steðga og minka um dálkingina.
Borgarstjórin í økinum, har mest skaði er, sigur, at talan er um møguliga vistfrøðiliga vanlukku. Roknað verður við, at dálkingin fer at forkoma nógvum fugli og djóralívi annars umframt at oyðileggja sera væl vitjaðar baðistrendur.
Seinasta stóra dálkivanlukkan frá olju var í 1990, tá 1,6 mió. litrar frá einum tangabáti fóru út í havið á júst sama stað.
Keldur: CNN, E24 og Energy Voice
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald