Hetta metir greinararafyritøkan Rystad Energy. -Vit rokna við, at avgerðin hjá Opec fer at hava stóra ávirkan á oljuprísin við einum prísi uppá 100 dollarar í desember, sigur Jorge Leon, forseti í Rystad Energy. Í løtuni er prísurin góðar 97 dollarar. Í farnu viku var hann niðanfyri 90 dollarar. Síðani russar gjørdu innrás í Ukraina er oljuprísurin hækkaður og var hann eitt skifti omanfyri 120 dollarar fyri tunnuna fyri seinni at lækka aftur til 84 dollarar í september.
Greinarar eru flest allir samdir um, at oljuprísurin fer at hækka munandi eftir Opec+ avgerðina at lækka framleiðslu. Sambært Rigzone heldur Fitch Solutions, at prísurin í meðal fyri 2022 fer at liggja um 105 dollarar, meðan Bloomberg Consensus heldur hann fer at vera 101,7 dollarar í meðal fyri alt árið. U.S. Energy Information Administration sær ein meðal oljuprís í ár uppá 104,21 dollarar fyri tunnuna.
Rystad heldur ikki, at avgerðin hjá Opec+ at lækka framleiðsluna við 2 mió. tunnum um dagin fer at halda, tí fleiri av limalondunum longu framleiða minni enn gomlu kvoturnar siga. T.d. framleiðir Russland 9,7 mió. tunnur um dagin, meðan teirra nýggja kvotan er 10.5 mió. tunnur.
Amerikanski fíggjarmálaráðharrin finst at Opec
Yellen heldur lítið um avgerðina hjá Opec+ londunum at lækka oljuframleiðsluna. Hon sigur, at avgerðin hjá Opec hjálpir lítið at bøta um marknaðarstøðuna. -Tað var ókløkt at taka hetta stigið sigur hon sambært NTB. Í samrøðu við Financial Times sigur Yellen, at lækkingin á ongan hátt er við til at betra um prísstøðuna. Eisini amerikanski forsetin Joe Biden hevur funnist at Opec og vísir á, at avgerðin kann vera orsøk til, at prísurin fer at hækka enn meira.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald