2023-09-06 13:39
Hetta veit tíðindastovan Saudi Press Agency sambært Bloomberg og Reuters í morgun.
Eina løtu var prísurin væl omanfyri 90 dollarar, sum er tann hægsti síðani november í fjør.
Tað kom óvart á greinarar, at avgerð varð tikin um at halda fram við framleiðsluavmarking í tríggjar mánaðir. Roknað var við einum mánað.
Rusland fer eisini at longja sínar útflutningsavmarkingar uppá 300.000 tunnur um dagin í tríggjar mánaðir til tess at varðveita stabilitet og javnvág á oljumarknaðinum.
Greinarar rokna annars við, at oljuprísurin fer at hækka heilt uppá 100 dollarar sum frálíðir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald