2023-05-03 14:13
Eftir at oljuprísurin herfyri nærkaðist 90 dollarum fyri tunnuna, gongur nú aftur hinvegin. Prísurin er lækkaður seinastu tvær vikurnar og er í løtuni 73,66 dollarar fyri tunnuna. Hesar seinastu dagarnar er hann farin úr 79 dollarum niður í 75 dollarar.
Høvuðsorsøkin sigst vera tann, at vónirnar til, at heimsins størsti innflytari av olju, Kina, ikki halda. Stórur ivi er um búskaparligu gongdina í Kina. Prísurin hækkaði annars nógv tíðliga í apríl eftir, at Opec+ londini gjørdu av at minka um framleiðsluna.
Nú verður so fylgt við, um heimsins størstu bankar fara at hækka rentuna enn meira, og í hvønn mun tað fer at ávirka oljuprísin. Lægri ídnaðarvirksemi í Kina, fleiri arbeiðsleys í USA, óvissa um amerikanska skuldarloftið og ein komandi rentuavgerð í USA eru alt viðurskifti, sum kunnu ávirka oljuprísin skrivar Reuters.
Stórur spenningur er um fundin í amerikanska tjóðarbankanum í kvøld, har roknað verður við, at bankin fer at hækka rentuna enn einaferð.
Keldur: E24, Oilprice, Reuters, Finansavisen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald