Oljuprísurin kavaði í morgun undir 50 dollaramarkið til 49,74 dollarar fyri tunnuna, ein lækking uppá 3,29 prosent hetta seinasta samdøgrið. Gitt verður, at hann kann lækka enn meira komandi dagarnar.
Orsøkin til lækkingarnar tykist vera vaksandi óttin fyri, at Coronavirus sóttin skal fáa fastatøkur í uppaftur fleiri londum uttan fyri Kina. Bert hesa vikuna hevur lækkingin verið nærum 15%, og tað er sambært Reuters størsta lækkingin í eina viku seinastu fýra árini. Greinarar siga, at vandi er fyri, at prísurin fer at lækka enn meira, um virussjúkan fer at breiða seg í USA.
Spjaðingin av smittusjúkuni til onnur framkomin lond so sum Suðurkorea, Japan og Italia hava sátt stóran iva um eftirspurningin av olju og gassi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald