Uttanlands

Oljurisin Exxon sigur upp 14.000 fólkum

Hetta hendir eftir, at stór oljufeløg sum BP, Shell og Chevron hava fráboðað hópuppsagnum í kjalarvørrinum á korona og minkandi eftirspurningi

2020-10-30 11:24 Author image
Jan Müller
placeholder

Amerikanska oljufelagið ExxonMobile, sum telist millum heimsins størstu oljufeløg, kunnger nú, at tað fer at siga upp 14.000 starvsfólkum komandi tvey árini. Harvið fylgir felagið fleiri øðrum oljufeløgum, sum seinastu tíðina hava boðað frá minni ella størri hópuppsøgnum. BP fer at siga upp 10.000, Shell 9000 og Chevron 6000 starvsfólk.

Hesar uppsøgnir koma flest allar í kjalarvørrinum á avleiðingunum av koronasóttini eins og minkandi eftirspurningi og harvið lækkandi oljuprísum. Eisini broytingin frá fossilari orku til varandi grøna orku er partur av orsøkini til uppsagnir og broytingar í oljufeløgunum.

Endamálið við uppsøgnunum hjá Exxon er sjálvandi eisini uppá sikt at styrkja um tess kappingarføri undir nýggju broyttu tíðunum á marknaðinum. Av mongu uppsøgnunum vera tær 1900 í USA, her serstakliga á høvuðsborgini í Houston í Texas. Exxon hevði við ársbyrjan 74.900 starvsfólk kring allan heimin, skrivar tíðindastovan Bloomberg, sum eisini upplýsir, at Exxon í 2022 fer at hava 15% færri starvsfólk.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder