Tað kemur neyvan óvart á nakran, at Donald Trump fer at seta ferð á aftur olju- og gassframleiðsluna, eftir at hava vunnið valið. Sjálvur hevur hann undir herrópinum “Drill Baby Drill” lagt herðslu á, at ætlanin hjá nýggju stjórnini er at loyva bæði leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum. Nakað, sum verandi stjórnin undir Joe Biden hevur roynt at steðga og heldur raðfesta grøna orkuskiftið.
Tað verður nú roknað við, at fleiri av teimum tiltøkum, sum Biden og hansara fólk hava sett í verk fyri at fremja grøna orkuskiftið, verða steðgað, og ístaðin verður skundað undir kolventisvirksemi av ymsum slag.
Hetta kemur m.a. væl við hjá múgvandi “fracking” ídnaðinum í suðurstatunum eins og hjá stóru oljufeløgunum, ið vilja menna olju- og gassvirskemið í Alaska. Eisini verður roknað við, at rørleiðingar, sum Biden fyrisitingin setti bann fyri, nú koma aftur á skránna.
Enn eitt týðandi stig hjá nýggju Trump stjórnini verður mett at vera at taka USA úr aftur Parísavtaluni frá 2015. Tað hendi eisini í 2016, tá Trump varð valdur til forseta fyrstu ferð. Á stóru veðurlagsráðstevnuni, sum ST skipar fyri í Azerbajan, verður valið av Trump mett sum eitt risastórt afturstig fyri grøna orkuskiftið.
Við valinum av Chris Wright verður tað tikið sum givið, at Trump fer at gera álvara av sínum hóttanum undan valinum um at seta olju og gass aftur á breddan. Wright hevur eina fortíð sum stjóri í tænastufyritøkuni Liberty Energy, ið veitir tænastur til olju- og gassvinnuna skrivar Financial Times. Hann er eisini ein av heitastu talsmonnunum ímóti grønu rørslunum og metir hóttaninar og ávaringar frá veðurlagsfólki at vera eina lygn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald