Uttanlands

Opec lond vilja fara uttan um Russland

Møguleiki er hjá fleiri Opec londum at økja munandi um framleiðsluna fyri at fylla út mangulin av olju, nú ES hevur avgjørt at boykotta russiska olju, men tað kann so seta kíla í samstarvið í Opec+. 

2022-06-01 17:27 Author image
Jan Müller
placeholder

Tað ganga nú søgur um, sambært Wall Street Journal, at nøkur  av londunum í OPEC umhugsa at suspendera Russland úr tí avtalu tey annars hava gjørt um avmarking av framleiðsluni, við sjálvi at hækka framleiðsluna uttan um Russland, sum annars er partur av Opec+ samstarvinum. Tey hava higaritl verið samd um at varðveita verandi hækkingar og ikki økja framleiðsluna enn meira enn higartil avtalað.  

Men nú tørvurin á olju og gassi er vaksin so nógv eitt nú vegna tiltøkum móti Russlandi, so síggja fleiri av londunum í Opec møguleika fyri at kunna økja um framleiðsluna.  Fleiri teirra, sum fyrr vóru noydd til at minka um framleiðsluna, hava stóran tørv á fleiri inntøkum.

Millum londini, sum skjótt kunnu økja um framleiðsluna, eru Saudi Arabia og Sameindu Arabisku Emiratini. USA hevur fleiri ferðir heitt á tey um at hækka framleiðsluna fyri at kunna steðga methøgu orkuprísunum at hækka enn meira. 

Tey 10 Opec londini hava fund í morgin saman við 13 øðrum londum, sum higartil hava avtalað at varðveita hækkingina uppá 425.000 tunnur um dagin. Tað stendur eftir øllum at døma nógv á í løtuni, tí hóast fleiri lond kundu hugsað sær at hækka framleiðsluna enn meira, nú Vesturheimin ikki vil keypa russiska olju, tá kann hetta seta kíla í samstarvið í Opec+ og harvið skapa óvissu um framtíðar marknaðarstøðuna. Amerikanski forsetin roynir alt tað hann kann at sannføra Opec um at økja framleiðsluna fyri m.a. at kunna lækka prísin á bensini í USA, nakað, sum hevur alstóran týdning fyri forsetan og demokratiska flokkin nú undan miðvalunum í november. 

Saudi Arabia roynir at brúka eina møguliga framleiðsluhækking til at tvinga USA til aftur at lata landinum vápn og harvið betra um tess støðu mótvegis erkafíggindanum Iran. So spurningurin um Miðeysturoljuna lúrir í løtuni í kulissunum rundan um framtíðar veitingarnar av olju og gassi í eitt nú Evropa.

Keldur: World Oil og Energy Watch

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder