
Í gjár kunngjørdi felagsskapurin Opec+ við Saudi Arabia á odda, at ætlanin er at økja um oljuframleiðsluna við 548.000 tunnum um dagin frá september. Hetta skriva bæði Bloomberg og Financial Times sambært E24.
Við hesi avgerð heldur felagsskapurin fram við at økja um framleiðsluna eftir drúgva tíð við lofti á framleiðsluni fyri at stegða príslækkingum. Framleiðslan er so hækkað aftur í mai, juni, juli og augst, og nú kemur so enn ein hækking í september.
Henda seinasta økingin av framleiðsluni er samtíðis endin á tí avtalu, sum átta limalond í Opec gjørdu í 2023 um at minka framleiðsluna við 2,2 mió. tunnum av olju um dagin. Hetta var ein roynd at varðveita oljuprísin. Nú er so alt hetta broytt – framleiðsluøkingarnar hava nú júst øvugt avleiðing við lækkandi oljuprísi.
Í dag er prísurin umleið 68 dollarar. Fyri bert fáum døgum síðani var hann 70 dollarar. Fleiri at stóru oljufeløgunum í heiminum hava boðað frá lækkandi inntøkum av somu orsøk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald