Innanlands

Orkuskipanir og orkutrygd í smærri oyggjasamfeløgum

Komandi dagarnar fara umboð fyri fleiri smærri oyggjalond at umrøða aktuell orkumál á seminari í Norðurlandahúsinum..

2026-09-28 20:18 Author image
Jan Müller

Undir heitinum “The Net Zero Islands Network Seminar 2026” fara umleið 30 umboð úr m.a. smærri oyggjasamfeløgum teirra millum Føroyum at seta sær stevnu í Norðurlandahúsinum týsdagin og mikudagin.

Talan er um eitt seminar fyri innbodnum,  har m.a. orkuskipanir og orkutrygd í smærri og fjarskotnum samfeløgum eru á skránni - eitt evni, sum er sera viðkomandi í hesum tíðum við fleiri kríggjum kring heimin og geopolitiskum spenningi.

[object Object]

Tað er stovnurin “Nordic Energy Research”  undir Norðurlendska Ráðharraráðnum, sum skipar fyri háaktuella tiltakinum. Luttakarar eru m.a. úr Hetlandi, Orknoyggjum, Skotlandi, Grønlandi, Íslandi, Álandi, Danmark, Írlandi og Kanada. Úr Føroyum eru umboð fyri Umhvørvisstovuna, SEV og  Nora.  

Høvuðsevnið fyrra dagin er “Small and Isolated Energy Systems”, og seinna dagin er tað “Larger Energy Systems and Large-scale Energy Projects in Remote Areas”.

Framløgurnar snúgva seg m.a. smærri og avbyrgdar orkuskipanir, orkuviðlíkahald og veitingartrygd í fjarskotnum samfeløgum, eitt lágútláts og mótstøðuført Írland, skotska átakið “Carbon Neutral Islands”, felags verkætlan um endurnýggjandi orkuskipanir í Norðurlondum og fjarskotnum økjum, størri orkuskipanir og stórskala orkuverkætlanir í fjarskotnum økjum, grøna orkuskiftið í Gotlandi, støðuna, strategiir og framtíðar ætlanir í íslendsku orkuskipanini og um føroysku orkuskipanina – drívmegi og forðingar fyri orkumenning og orkuskifti.

[object Object]

Elverkið hjá Sev Norðuri við Strond "í góðum hýri".  Myndir Jan Müller

[object Object]

Luttakararnir í seminarinum fara eisini at vitja elverkið hjá SEV Norðuri við Strond eins og smolt- og alistøðina hjá Bakkafrost í grannalagnum. Leiðin gongur eisini til biogassvirkið Førka.

Grundarlag undir seminarinum er m.a. ein nýggj orkufrágreiðing, sum Nordic Energy Research hevur tikið stig til, nevnd "Energy Security in the Nordics".

https://www.norden.org/en/publication/energy-security-nordics 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald