Innanlands

Orkustevna - Varandi heimur á Giljanesi

Kunnu øll húsarhald hava sólorkuverk? Hvørjir fíggjarligir fyrimunir og/ella vansar eru við hitapumpum og elbilum? Hvussu langt eru vit í Føroyum komin við orkuskiftinum?

2024-10-20 15:17 Author image
Jan Müller
placeholder

Hesir eru nakrir av spurningunum, sum fyrilestrarhaldarar fara at svara í døgunum 25. og 26. oktober, tá stevna um orkuskiftið í Føroyum verður hildin í høllini á Giljanesi í Vágum. Stevnan hevur heitið "Varandi heimur".

Á skránni eru fyrilestrar, samrøður og pallborðskjak, umframt at fleiri fyritøkur hava básar, har fólk kunnu fáa ráðgeving. 

[object Object]

Hiddenfjord, Bakkafrost og Sev stuðla stevnuni, sum varpar ljós á, hvat virki og stovnar gera fyri at fremja orkuskiftið, og harafturat, hvørjar møguleikar føroysku húsarhaldini hava fyri eitt nú alternativari hitaskipan og at framleiða egnan streym. 

Hákun Djurhuus, stjóri og Terji Nielsen, menningarleiðari umboða Sev við fyrilestri og samrøðu, umframt at Sev hevur bás á staðnum skrivar SEV á síni heimasíðu. 


 Øll eru vælkomin og tiltakið er ókeypis siga stigtakararnir. 

 

 Les meira um stevnuna og sí skránna á www.varandi.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder