Í gjár legði trygdartænastan hjá norsku løgregluni, PST fram sínar árligu metingar av hóttanarmyndini móti Norra, sum tekur støði í russisku innrásini í Ukraina. Niðurstøðan er greið: hetta fær avleiðingar fyri Norra.
Kríggið í Ukraina hevur broytt møguleikarnar hjá Russlandi at røkka málum gjøgnum vanligt diplomati, og tí hevur landið einans møguleika at brúka lygnir, vald og atsóknir móti øðrum londum tað ynskir at revsa fyri eitt nú sanktiónirnar.
Hetta sigur stjórin í Trygdartænastuni, Lars Nordrum sambært VG. Hann heldur, at norski orkuútflutningurin her serstakliga av olju og gassi, fer at koma undir trýst frá Russlandi. Eisini tí Norra er eitt av londunum, sum letur Ukraina vápn.
Orsøkin til økta hóttanarvandan er tann einfalda, at Norra er vorðin mest týðandi veitarin av orku til Evropa eftir, at russiski útflutningurin av m.a. gassi er nærum heilt steðgaður upp.
Norska trygdartænastan metir tað tó ikki vera serliga sannlíkt, at Russland fer at fremja sabotasju á norskum øki í 2023. Men fer stríðið millum Russland og NATO/Vesturheimin at vaksa, so er sabotasja móti strategiskum málum í Norra ikki óhugsandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald