Uttanlands

Ovurstórur áhugi fyri at menna havvindorkuna í USA

So mikið stór er kappingin um at fáa loyvi til at menna vindorkuna til havs út fyri New York, at staturin hevur fingið 30 mia. kr. inn í loyvisgjøldum

2022-02-26 20:25 Author image
Jan Müller
placeholder

Síðani grøna orkuskiftið tók dik á seg hevur áhugin fyri at gera íløgur í varandi orku sum vindmyllur til havs farin nærum til himmals. Hetta síggja vit kring allan heim, men ikki minst í Evropa og her serstakliga í londunum kring Norðsjógvin, har ein vindmylnulund fyri og onnur eftir sær dagsins ljós. Herfyri kunnaði ES tingið um nýggjastu ætlaninar at menna vindorkuna til havs komandi árini. Í okkara grannalag, Skotlandi var ein stór útbjóðing latin upp í fjør, og fleiri stór orkufeløg fingu tillutað loyvi at menna havvindorkuna til havs.

Í Føroyum hava vit enn ikki latið upp fyri loyvum til havs at seta upp vindmyllur, tað fer enn fram á landi, men tað man uttan iva fara at koma sum frálíðir, nú júst havøkini kring Føroyar eru tey vindharðastu í heiminum. 

[object Object]

Men eisini hinumegin Atlantshav er havvindorka høgt í metum. Eitt nú út fyri  ein av heimsins størstu býum, New York sum part av statinum við sama navni.  So mikið stórur áhugi hevur verið fyri at bjóða uppá nýggj loyvi til havvindmyllur út fyri statin New York, at tað hevur givið einki minni enn 30 mia. kr. í kassan. Hetta er tað, sum loyvishavararnir skulu gjalda fyri at fáa loyvi at menna havvindorkuna har.

Nógv feløg og fyritøkur hava verið partur av útbjóðingini, eitt nú danska Østed, norska Equinor, BP og Shell, men tá avtornaði var tað týska stórfyritøkan innan orku RWE, sum fekk uppgávuna saman við amerikonsku fyritøkuni National Grid. Men eisini fyritøkur sum BP, Shell og Total hava fingið tillutað loyvi. 

[object Object]

Havvindmylnu-útbyggingin, sum verður nevnd "New York Bight", liggur millum Long Island og New Jersey. So mikið stórur er áhugin fyri at gera íløgur í vindorku til havs, at inntøkurnar tað almenna fær fyri loyvini, eru nógv hægri enn t.d. fyri útbjóðingar av økjum til olju- og gassleiting í eitt nú Meksikanska flógvanum, skrivar Reuters. 

Meira enn 25 feløg og fyritøkur hava verið partur av hesi stóru útbjóðingini, sum er tann fyrsta av sínum slag, síðani Biden tók við sum forseti. Hann hevur sett sær sum mál at útbyggja orkunetið við 30 GW frá havvindi innan 2030. New York og New Jersey økini teljast millum tey, sum hava sett sær hægstu málini at røkka hesi ætlan við 16 GW innan 2035. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder