Tað gongur hart á bretsku Labour stjórnina frá nærum øllum síðum um at góðkenna útbyggingina av risastóru oljukelduni Rosebank, sum liggur góðar 10 kilometrar eystan fyri føroyska markið.
Nú blanda stór fakfeløg seg eisini uppí málið og gera vart við, at stjórnin kann ikki halda fram við at forða fyri útbygging av størstu oljukelduni á bretska landgrunninum longur. Tey vísa á týdningin, sum milliarda íløgur kunnu fáa fyri arbeiðspláss eins og búskapin og orkutrygdina hjá Bretlandi.
![]()
Seinasta nýggja í hesum málinum er, at kendi professarin John Underhill á universitetinum í Aberdeen, hevur reist spurningin, um ikki Shell og Equinor í nýggja felagnum Adura skulu saksøkja bretska statin, um stjórnin ikki letur endaligt loyvi til útbygging av Rosebank nærhendis Føroyum og Jackdaw í Norðsjónum.
![]()
Tað var annars í fjør, at ein dómstólur ógildaði loyvi til útbygging av Rosebank eins og enn eini keldu nevnd Jackdaw við nýggjum umhvørviskrøvum. Síðani hevur Adura, sum er fyristøðufelagið fyri báðar keldurnar, latið inn nýggja umhvørvisumsókn og bíðar nú eftir at fáa góðkenningina uppá pláss.
Tað var á stóru ráðstevnuni Eage í Aberdeen nú um dagarnar, at málið um tær báðar umstríddu olju- og gasskeldurnar varð reist. Underhill professari og høgtvirdur orkukennari vísti á í eini framløgu, at stjórnin eigur at svara felagnum innan heystið kemur, tí hetta er tann besta tíðin til at gera neyðugu fyrireikingarnar til framleiðlu.
Eitt nú skal boripallur bora sjey brunnar á Rosebank, áðrenn farast kann undir framleiðsluna. Pallurin, Deepsea Atlantic, sum hevur leigaður til uppgávuna, var fyri óhappi herfyri og verður í løtuni umvældur í Norra. Tann umvælingin er mett at taka 3-4 mánaðir. Stóra framleiðsluskipið Petrojarl Rosebank, sum skal taka ímóti oljuni seinni í ár, er longu komið á staðið, har tað skal framleiða komandi 20 árini.
Enn ein av fyrilestrarhaldarunum á Eage ráðstevnuni, Simon Flowers stjóri í kendu orkugreiningarfyritøkuni Wood MacKenzie vísti í síni framløgu á, at heimurin longu er við at mangla olju vegna støðuna í Miðeystri og hendir ikki nøkur broyting skjótt, so kunnu fleiri øki í heiminum koma at mangla olju um stutta tíð. Eisini er vandi fyri einum oljuprísi uppá 150 dollarar, sum fer at vera ein vanlukka fyri heimin.
Á ráðstevnuni, har eisini umboð fyri Jarðfeingi vóru tilsteðar, vóru røddir frammi um, at tær báðar keldurnar, sum nú bíða eftir góðkenning, koma at standa fyri tí minst møguliga útlátinum av nøkrum líknandi framleiðslum nakra staðni í heiminum.
![]()
Eisini stjórin fyri handilskamarið í Aberdeen, Aberdeen & Grampian Chamber of Commerce, Russell Borthwick hevur verið endurgivin í bretskum miðlum fyri at hálova nýggju útbyggingunum og tann týdning tær hava fyri bæði arbeiðspláss og búskapin. Hann vísir á, at tað er ein frægd at vita, at stóra framleiðsluskipið á Rosebank kelduni nú er komið uppá pláss og boðar tað frá, at stjórnin eftir øllum at døma skjótt fer at geva grønt ljós til útbygging.
![]()
![]()
At ovasti leiðarin í einum at størstu fakfeløgunum í Bretlandi, Gary Smith frá GMB nú eisini hevur heitt á stjórnina um at geva neyðugu loyvini verður tulkað sum enn ein týðandi hornasteinur í drúgvu tilgongdini. Felagið hevur verið ein av stóru stuðlunum hjá Labour flokkinum til valið. Formaðurin ávarar stjórnina um, at tekur hon ikki annað skinn um bak og loyvir útbyggingunum, tá fer hetta gagna Reform UK flokkinum.
Á ráðstevnuni í Aberdeen herfyri kom eisini fram, at heimurin fer at hava tørv á olju og gassi í mong ár aftrat. Í dag fevna olja, gass og kol um 85% av orkunýtsluni í heiminum. Bara í Bretland koma 75% av orkunýtsluni framvegis frá olju og gassi.
Keldur: Energy Voice og Telegraph
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald