2022-11-16 12:22
Diesel er vanliga tað bíligara brennievni í mun til bensin, men seinastu vikurnar hevur tað verið umvent.
Effo og Magn hava í dag broytt prísirnar, og munurin er vorðin størri. Ein litur av bensini kostar nú 12,91 krónur, og prísurin er sostatt lækkaður heilt fitt seinasta mánaðin. 17. oktober kostaði ein litur av bensini 14,20 krónur.
Prísurin á dieselolju er støðugt hækkaður seinastu tveir mánaðirnar, og kom tann 8. november upp á 13,80 krónur liturin. Síðani er prísurin lækkaður eitt vet, og er komin niður á 13,63 krónur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald