2022-08-09 11:20
Bæði í gjár og í dag eru oljuprísirnir lækkaðir.
Magn hevur í nátt lækkað prísin á bensini við 20 oyrum niður á 13,25 krónur fyri liturin. Effo broytti sínar prísir seinast 5. august, og tí kemur væntandi ein dagføring frá teimum seinni í dag. Har kostar ein litur av bensini í løtuni 13,50 krónur fyri liturin.
Ein litur av dieselolju kostar nú 12,29 krónur hjá Magn, og hetta er ein lækking upp á 16 oyru síðani í gjár. Diesel kostar 12,45 krónur liturin hjá Effo.
Eisini prísurin á gassolju er lækkaður. Nú kosta 1000 litrar av gassolju frá Magn 11.550 krónur, og hetta er ein lækking upp á 16 oyru síðani í gjár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald