Uttanlands

Rumenia má sløkkja seinasta virkandi reaktorin í landinum

Orsøkin er metlága vatnstøðan í Donau-ánni, sum annars tryggjar kølingina av einasta kjarnorkuverkinum í landinum.

Roynt hevur verið at spreingja og pumpa áarbotn fyri at leiða vatnið yvir til kjarnorkuverkið (Mynd: Daniel Mihailescu/AFP/Ritzau Scanpix)

Roynt hevur verið at spreingja og pumpa áarbotn fyri at leiða vatnið yvir til kjarnorkuverkið (Mynd: Daniel Mihailescu/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-08-14 18:36 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Rumenia er tvingað til at steingja seinasta virkandi reaktorin á einasta kjarnorkuverkinum í landinum. Orsøkin er turkurin í Donau ánni.

Vatn úr ánni verður brúkt sum kølivatn á kjarnorkuverkinum í Cernavodă.

Longu síðst í juli mátti verkið steingja annan av reaktorunum, tí at vatnstøðan fór niður um metlágt mark.

Kjarnorkuverkið stendur annars fyri 20 prosentum av ravmagnsframleiðsluni í Rumenia.

Rumenia hevur lýst neyðstøðu á orkumarknaðinum henda mánaðin, og hevur biðið vinnulív og húsarhald um at minka um nýtsluna.

[object Object]
Kjarnorkuverkið í Cernavodă (Mynd: Daniel Mihailescu/AFP/Ritzau Scanpix)

Fyri at bøta um støðuna, hevur landið sett gongd á eitt kolorkuverk og økt um vindorkuframleiðsluna og vatnorkuna, har vatn er í goymslunum.

Roynt hevur annars verið av øllum alvi at sleppa undan at steingja kjarnorkuverkið í Cernavodă við óvanligum tiltøkum, eitt nú at leiða vatn til orkuverkið og at søkka prámar við gróti fyri á tann hátt at leiða vatn til kjarnorkuverkið.

Eisini trupulleikar í grannalondunum

Tað er ikki einans í Rumenia, har trupulleikar eru við kølingini av kjarnorkuvekunum. Í grannalandinum, Moldova, eru eisini avbjóðingar orsaka av vatnstøðuni, og landið hevur annars roknað við at kunna keypa orkuna úr Rumenia.

Nú má Moldava antin økja um ravmagnsinnflutningin úr Ukraina, keypa dýrari ravmagn frá øðrum londum, ella byrja at steingja fyri streyminum.

Í næstan tveimum triðingum av Donau er vatnstøðan tann lægsta, ið hevur verið skrásett í 34 ár, upplýsir veðurlagstænastan hjá ES, Copernicus.

Turkurin hevur rakt kjarnorkuverk um alt Evropa.

Ungarn varð noytt at minkað um framleiðsluna á einasta kjarnorkuverkinum niður í tíggju prosent, og kláraði við neyð og deyð at sleppa undir at sløkkja.

Kjarnorkuverkið í Paks, sum annars stendur fyri helminginum av elframleiðsluni í landinum, framleiðir nú 25 prosent av vanligari framleiðslu, skrivar finska kringvarpið, Yle.

Péter Maygar, forsætisráðharri, segði mikudagin, at farið verður undir at byggja eina gátt á áarbotninum fyri at hækka vatnstøðuna. Ætlanin er eisini at søkka tveir prámar í ánni fyri at hækka vatnstøðuna, sum annars væntast at lækka meira komandi dagarnar.

Lága vatnstøðan í Donau hevur eisini ávirkað skipaferðsluna í 2.850 kilometra longu onni, ið strekkir seg frá vestara parti av Týsklandi og eystur í Svartahavið.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder