Uttanlands

Russland lagt hald á ognir hjá týskum og finskum orkufelagi

Russiski forsetin hevur undirskrivað eina løgskipan, sum ger tað lættari at leggja hald á og yvirtaka útlendskar ognir, um hald verður lagt á russiskar ognir í útlondum

Russiski forsetin, Vladimir Putin (Mynd: EPA)

Russiski forsetin, Vladimir Putin (Mynd: EPA)

2023-04-26 10:12 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Russiski forsetin, Vladimir Putin skrivaði týsdagin undir eina løgskipan, sum ger tað møguligt hjá Russlandi at leggja hald á og yvirtaka útlendskar ognir í Russlandi fyribils, um hald verður lagt á russiskar ognir í útlondum.

Russland yvirtekur fyribils við hesari løgskipanini russisku deildirnar hjá týska orkufelagnum Uniper SE og finska orkufelagnum Fortum Oyj, skrivar Reuters.

Skipanin ger greitt, at Russland noyðist at seta tiltøk í verk sum aftursvar til gerðir hjá USA og øðrum, sum sambært russum eru "óvinarligar og í stríð við altjóða lóg".

Mánadagin segði forstjórin í russiska bankanum VTB Bank, sum russiski staturin eigur, at Russland átti at umhugsa at lagt hald á ognirnar hjá útlendskum feløgum sum eitt nú Fortum Oyj og ikki lata tær aftur fyrr enn revsitiltøk móti Russlandi eru strikað.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder