Putin og Prins Salman søgdu seg vera væl nøgdar við samstarvið í Opec felagsskapinum til tess at skapa stabilitet á altjóða oljumarknaðinum. Stigtakarin til telefonsamrøðuna var úr Saudi Arabia.
Fundurin millum teir veruligu leiðararnar í OPEC+ kemur eftir avgerðir um at minka um framleiðsluna við umleið einari mió. tunnum um dagin fyrr í mánaðinum. Óvæntaðu skerjingarnar komu eftir, at hesi bæði heimsins mest týðandi oljuframleiðarar høvdu áhuga í halda olju- og gassprísinum á einum ávísum støði.
Teir báðir leiðararnir umrøddu eisini sínamillum samstarv undir telefonsamrøðuni serliga við atliti til felags fyrimunir av samstarvi innan handil, búskap, íløgur og innan orkuøkið. Tosað varð eisini um samstarv millum Saudi Arabia og BRICS londini.
Kelda: World Oil
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald