Uttanlands

Russland: - Tápuligt at geva okkum skyldina fyri gasslekar

Hetta sigur talsmaðurin hjá Putin um pástandir frá Vesturheiminum, at Russland stendur aftanfyri atsóknir móti gassleiðingum

Vladimir Putin og talsmaður hansara Dmitrij Peskov

Vladimir Putin og talsmaður hansara Dmitrij Peskov

2022-09-28 17:22 Author image
Jan Müller
placeholder

Úttalilsið úr Moskva kemur eftir, at politikarar í bæði Pólandi og Ukraina vilja vera við, at tað er Russland, sum stendur aftanfyri atsóknirnar móti teimum báðum gassleiðingunum í Eystursjónum, Nord Stream 1 og 2.

Tað var gjáramorgunin, at gass brádliga floymdi upp í Eystursjónum á tveimum ymsum plássum, har tær báðar gassrørleiðingarnar millum Russland og evropeiska meginlandið liggja.

Síðani tá hevur verið gitt, hvat er hent. Skjótt varð greitt, at talan er ikki um óhapp men um atsóknir. Onkur hevur vitandi gjørt seg inn á gassleiðingarnar.

Tær báðar leiðingarnar vóru óvirknar um tað mundið, tá atsóknirnar vórðu framdar. Tí er helst avmarkað, hvussu stóran skaða hendingarnar kunnu hava fyri umhvørvið. Hvat veitingini viðvíkur, so er nú nakað síðani, at Russland steðgaði gassflurninginum gjøgnum Nord Stream 1 til eitt nú Týskland. Hvat viðvíkur Nord Stream 2 so er hon ongantíð tikin í brúk. Tá tað frættist, at Russland legði til rættis innrás í Ukraina, gjørdi týska stjórnin av at steðga góðkenningini av nýggju Nord Stream 2 leiðingini. 

Flestu leiðarar og stjórnir í londunum kring Eystursjógvin og nærhendis hava verið sera varnir ikki at ákæra nakran ávísan at standa afturfyri atsóknunum, tó vilja politikarar í bæði Pólandi og Ukraina eins og høgtstandandi orkufólk og embætisfólk í fleiri londum vera við, at eingin ivi er um, at Russland hevur framt atsóknirnar til tess at skapa ótta í Evropa og fyri at fáa prísirnar á gassi at hækka aftur. 

Amerikanska fregnarstænastan CIA sigur í samrøðu við týska tíðarritið Der Spiegel, at hon longu í summar gjørdi týsku myndugleikunum greitt, at møguliga vóru atsóknir móti gassleiðingum í umbúnað. Síðani hevur danski forsætisráðharrin víst aftur, at Danmark var vitandi um hetta. 

Í viðmerking síni segði talsmaðurin hjá Putin, Dmitrij Peskov í dag, at amerikonsk orkufeløg hava forvunnið stórar upphæddir av sínum veitingum av gassi til Evropa, síðani sanktiónirnar móti Russlandi. Okkurt kundi bent á, at russar við hesum í veruleikanum geva USA skyldina fyri atsóknirnar. Peskov leggur dent á, at tað er bæði tápuligt og absurt at leggja Russland undir at oyðileggja egnar gassleiðingar.

Peskov leggur aftrat, at Russland ynskir, at málið verður kannað til botns, antin talan er um óhapp ella atsóknir. 

Í Norra verður støðan tikin í størsta álvara, nú norskt gass er vorðið ein lívlinja hjá ES, eftir at gassinnflutningurin úr Russlandi er steðgaður.

Í dag skal norski orku- og umhvørisráðharrin, Terji Aasland møta í Stórtinginum og greiða frá aktuellu støðuni. Umboð fyri flokkarnar vilja m.a. hava at vita frá ráðharranum, hvat Norra hevur gjørt fyri at tryggja nýggja Baltic Pipe gassleiðingina móti herverki. Og hvat hava norskir myndugleikar gjørt fyri at tryggja norska infrakervið sum heild móti álopum sum tí í Eystursjónum.

Eygleiðarar vísa á, at júst tíðarfestingin av atsóknunum sama dag  sum Baltic Pipe varð tikin í nýtslu og hátíðarhildin í Pólandi, kann vera ein ábending um, at tað er Russland, sum stendur aftanfyri. Tað nívur sjálvandi Russland, at Póland er givið við at keypa orku úr Russlandi og at Norra nú skal veita Pólandi orku ístaðin. Tí kann atsóknin móti Nord Stream verða ein áminning til bæði Póland og Norra, hvat framtíðin kann bjóða uppá.  

Norski forsætisráðharrin hevur annars sagt, at enn er ikki greitt, hvør stendur aftanfyri atsóknirnar og hevur hann eisini víst aftur, at vandi er fyri, at líknandi atsóknir eru í umbúnað móti norskum gassleiðingum til evropeiska meginlandið. 


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder