Innanlands

Sáttmáli undirskrivaður um vindmyllulund í Flatnahaga

Tær seks vindmyllurnar, sum verða settar upp í Flatnahaga, fara at framleiða tað, sum svarar til orkunýtsluna hjá 13.000 húsarhaldum

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2022-02-16 17:14 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Herfyri varð arbeiðið sett í gongd at gera nýggja vindmyllulund í Flatnahaga. Og í dag varð endaligur sáttmáli undirskrivaður, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðuni.

Talan er um uppseting av seks Enercon vindmyllum á 3MW, tilsamans 18MW, sum fara at framleiða tað, sum svarar til 16 prosent av dagsins framleiðslu hjá SEV. Tað svarar til orkunýtsluna hjá 13.000 húsarhaldum.

Hetta er sostatt eitt stórt grønt stig tann rætta vegin. Tað tók langa tíð at fáa øll loyvi. Parturin hjá kommununi hevur verið at leiga lendið og at vera byggimyndugleiki.

Talan hevur verið eitt framúr gott samstarv og í dag varð endaliga avtalan millum Tórshavnar kommunu og Pf. Flatnahaga, sum er eitt felag hjá Magn, undirskrivað.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder