Aleksandar Vucic, forseti í Serbia, boðar í dag frá, at hann hevur gjørt avtalu við Russland um veiting av gassi tey næstu trý árini.
Avtalan er gjørd eftir telefonsamrøðu við Vladimir Putin, forseta í Russlandi.
Orsakað av krígnum í Ukraina hevur ES gjørt ætlanir um stigvíst at minka um innflutningin av gass og olju úr Russlandi, og nýggja avtalan kann hava við sær, at sambandið millum ES og Serbia versnar, skrivar Ritzau.
Serbia hevur leingi havt eitt ynski um at gerast limur í ES, og søkti landið um limaskap í desember 2009.
Avtalan er gjørd við almenna russiska felagið Gazprom, sum hevur ábyrgdina av at útflyta russiskt gass.
Serbia hevur longu ein tríggjuárasáttmála við Gazprom um veiting av gassi, men hann fer úr gildi 31. mai.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald