Ukrainar eru sinnaðir at gevast við at leypa á russisk oljureinsiverk, um teir fáa Patriot-rakettir frá USA, sigur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj.
Amerikanski forsetin, Donald Trump hevur fleiri ferðir heitt á Ukraina um at steðga álopunum, sum hann sigur eru orsøkin til dieseltrot.
Zelenskyj sigur í samrøðu við Fox News, sum Ritzau endurgevur, at hann hevur havt fleiri ymiskar samrøður við Trump um evnið.
– Vit hava gjørt greitt, at vit noyðast at svara aftur, tá Russland leypir á okkara orkuveiting, drepur fólk okkara og leyðir á okkara el- og gassveiting, reinsiverk og alt annað, sigur ukrainski forsetin.
– Vit søgdu, at ynskja tit ikki, at vit leypa á russisk reinsiverk, so mugu russar gevast at leypa á okkara orkuverk. Ein annar møguleiki er at geva okkum Petriot-rakettir. Vit skulu nokk finna peningin.
Zelenskyj leggur afturat, at um USA gevur Ukraina rakettir til ein mánað, gevast Ukraina í sama tíðarskeiði við álopum á russisk reinsiverk.
Patriot-skipanir, sum eru framleiddar í USA, verða mettar at vera einasta vápnið hjá Ukraina, sum kann steðga ballistiskum rakettum hjá Russlandi.
Amerikanska uttanríkismálaráðið játtaði fríggjadagin at selja ukrainum 500 Patriot-rakettir. Hvussu skjótt Ukraina, sum í fleiri vikur hevur ávarað um, at fáar rakettir eru eftir, kann fáa hesar rakettirnar er ógreitt, og sambært Zelenskyj kann tað taka fleiri ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald