Innanlands

Seta motorar upp í Sørvági

Nógv økta vinnuvirksemið ger, at tørvurin á elmátti í Sørvági eisini er munandi øktur. SEV fær tí loyvi at seta tveir motorar upp í grótbrotinum í Sørvági at framleiða streym, boðar Sørvágs kommuna frá

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-03-13 09:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sørvágs kommuna hevur givið orkufelagnum SEV loyvi at seta tveir motorar til elframleiðslu upp í grótbrotinum í Sørvági. Loyvið er galdandi í trý ár.

SEV hevur brúk fyri meira elmátti í Sørvági at nøkta tørvin í sambandi við nógv økta vinnuvirksemið í kommununi. Elmotorar, generatorar, eru ikki ljóðleysir; men ljóðgreiningar, sum eru gjørdar, vísa, at ljóðið frá motorunum fer at vera innan fyri galdandi markvirði. Tá framleiðslan fer í gongd, verða meira umfatandi ljóðkanningar gjørdar, og um neyðugt ber tá til at minka um møguligt óljóð, skrivar Sørvágs kommuna á heimasíðuna.

Motorarnir eru settir upp í eystara enda av grótbrotinum og royndarkoyrdir, men ymiskt kaðalarbeiði er eftir at gera, áðrenn framleiðslan kann fara í gongd.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder