Innanlands

Sev kannar kjarnorku

Bygginevndin hjá Sev kunnar seg um møguleikarnar við kjarnorku í Føroyum.

2026-09-12 11:54 Author image
Jan Müller
placeholder

Ein partur av arbeiðnum hjá nevndini í Sev er veitingartrygd. Tvs. kanning og viðgerð av, hvussu føroyska elskipanin verður framtíðartryggjað, eitt nú við nóg mikið av tryggum mátti at nøkta framtíðartørvin í samfelagnum. Hetta arbeiðið liggur í bygginevndini, har 3 nevndarlimir saman við leiðsluni í Sev sita skrivar SEV á síni heimasíðu.

Sum liður í hesum arbeiði, hevur bygginevndin hjá Sev umbiðið eitt upprit frá føroyskum serfrøðingi í kjarnorku, um møguleikarnar við kjarnorku í Føroyum. Gjørt kanningina hevur Johan Pauli Magnussen, sum er Ph.D. innan kjarnorkuvísund og sum starvast fyri UK Atomic Energy Authority.

[object Object]

“Tað er umráðandi fyri okkum at kanna allar møguleikar, og at fáa ítøkiliga vitan um evnið. Tí hava vit biðið ein serfrøðing í kjarnorku um hesa kanningina”, sigur Heðin Mortensen, formaður í bygginevndini hjá Sev."

Í uppritinum kemur Johan Pauli Magnussen inn á fyrimunir, vansar og avbjóðingar við kjarnorku í mun til føroysku elskipanina.

“Vit hava ikki viðgjørt uppritið til fulnar í nevndini enn, men um vit skulu hava eitt sakligt kjak um kjarnorku í Føroyum, er umráðandi at fáa ítøkiliga vitan til vega, og hetta er eitt stig á leiðini”, sigur Heðin Mortensen.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder